Hugburðurin er framúr góður

Felags fyri AB og TB er, at tey í fyrsta umfari vístu sera góðan hugburð

Longu klokkan 14 verður fyrsta bríksl á Argjum, har AB fær vitjan av TB.

Oddbjørn Joensen og hansara menn fóru sunnudagin úr Gundadali við 2-2 og einum stigi ímóti favorittunum í HB. Tað fegnaðust teir uttanfyri ánna um, tí HB varð roknað at vera stórur favorittur.

Nú eigur AB heimavøll ímóti uppflytarunum í TB. Hóast tvøramenn síðstu løtuna vóru níggju ímóti ellivu KÍ spælarum, so iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig í 1-1 javnleikinum:

-Vit eru undirtippaðir hvørja ferð, men vit hava eina góða kenslu. Páll Guðlaugsson megnar at fáa okkum av álvara at stríðast fyri søkini, og tað fer vónandi at bera langt. Aðalmálið hjá okkum er at sleppa undan niðurflyting, og tað rokna vit avgjørt við fer at eydnast, sigur Teitur Justinussen hjá TB.

Hjá TB eru Albert Adu og Martin Tausen leikbannaðir eftir útvísingar fyri viku síðani. Franck O. Able er tøkur nú, eftir at hann síðsta sunnudag sat uttanfyri orsaka av, at arbeiðsloyvið ikki var komið upp á pláss.

Jógvan Skeel Nolsøe var annar av AB málskjúttunum í Gundadali:

-Sjálvsálitið hevur stóran týdning. Ímóti HB sóu vit í 1. hálvleiki, at vit megnaðu væl at spæla upp ímóti teimum, og tað sást aftur á avrikinum í 2. hálvleiki, tá ið vit stríddust sera nógv. Hetta skulu vit byggja víðari á, nú tá ið TB kemur at vitja okkum, sigur Jógvan Skeel Nolsøe.

Í AB vóna teir, at tað tíðliga í kappingini fer at laga seg so mikið væl, at tað fer at síggjast, at AB ikki longur skal stríðast fyri at sleppa undan vandanum at flyta niður.

Hjá AB eru Kristin R. Mouritsen og Hørður M. Mohr burturstaddir, meðan Beinir Ellefsen er við aftur.

AB-TB: Alex Troleis kl. 14.00.