Hósdagin í seinastu viku vóru fólk frá Føroya Fornminnissavni í Vágum og hugdu at gamla torninum við flogvøllin og skortsteininum, sum stendur í Vatnsoyrum, har bretar hildu til undir krígnum.
Ongar avgerðir eru tiknar um, hvat gerast skal við tað, ið eftir er av bygningunum, bretar bygdu í Vágum undir krígnum, sigur Terji Nielsen, kunningarleiðari í Vágum. Fólk frá Fornminnissavninum hava verið og hugt, og tosað hevur verið um ymiskt, sum møguliga kann gerast við hesar leivdirnar.
Tað, sum mestur áhugi er fyri í løtuni, eru gamla flogvallartornið og bygningurin við síðuna av tí, sum standa beint oman fyri vegin norðanvert flogvøllin.
Eisini er skortsteinurin, har bretar høvdu offisersmessu í Vatnsoyrum rímiliga væl varðveittur og tí av áhuga hjá teimum, sum tosa um krígssavn.
Tí talan verður helst ikki um fornminni sum so, men heldur um krígsminni, sigur Terji Nielsen.
Hann sigur, at Føroya Fornminnissavn hevur samband við ymisk krígssøvn uttanlands, og at toað verður við hesi um vitan og royndir, ið tey hava, og sum so kunnu brúkast í einum møguligum krígssavni í Vágum.