Tann 25. juli í ár eru 65 ár, síðan Froðbiar Sóknar Róðrarfelag var stovnað, so tað kundu verið onkrar ferðir, ein kann minnast aftur á.
Ein av ferðunum, sum eg serliga komi í huga nú, er ferðin til Norðoyastevnu 1957, og seinni til Vestanstevnuna í Miðvági sama ár.
Tað hevur ikki altíð verið, sum tað er nú, líka lætt at fáa fart til stevnurnar.
Í 1957 skuldi farast til Norðoyastevnu, men illa lá fyri við farti. Tað bar so til, at okur kundu sleppa til Havnar við »Ternuni«. Men hvat var so víðari?
Tað var helst leygardag.
Jú, í Klaksvík varð skipað soleiðis fyri, at útróðrarbáturin »Dragin« skuldi koma til Havnar eftir »Suðringinum« og manningini. Og í Klaksvík vórðu okur væl móttiknir.
»Suðringurin« vann 10-mannafars róðurin.
Ein onnur ferð, ið eg serliga minnist, var ferðin til Vestanstevnuna sama ár.
Farast skuldi av Tvøroyri sunnumorgun við einum enskum trolara, sum skuldi koma á Tvøroyri, so farast kundi klokkan sjey á morgni.
Men tíðin gekk, og eingin trolari.
Men so um 10 tíðina kom trolarin undan Høvdanum, og roynt varð so í skundi at fáa manningarnar saman aftur.
Við hendan túrin vóru »Suðringur« og »Firvaldur« (dreingir).
Ferðin til Miðvágs var baldrut. Sjóverk var nógv. Ferðin tók fýra tímar ella meir.
Okur vórðu væl móttiknir í Miðvági og fingu gott at eta, so tað stimbraði aftur aftan á hendan strævna túrin.
Eg haldi meg minnast, at bæði »Suðringur« og Firvaldur vunnu sínar róðrar.
Ferðin suður aftur bleiv eisini drúgv.
Farast skuldi av Miðvági klokkan sjey um kvøldið, men klokkan 10 - 11, áðrenn leyst varð, so tað var langt út á mánamorgun, áðrenn okur komu aftur á Tvøroyri.
Hetta vóru so nakrar hugleiðingar um ferðir. Tað kundu verið fleiri aðrar, men tað verður so til eina aðra ferð.
Við hesum fara vit at ynskja Froðbiar Sóknar Róðrarfelag tillukku við teimum 65 árunum og alt tað besta í framtíðini.
Anna S. og Kaj Nolsøe