Hugleiðingar í Listaskálanum í Havn

fríggjadagin, 25. januar 2007

Her møtast fólk í halgum hallum
at skoða dýrd av aðru verð,
har listarlív av hægstu pallum
hvør myndaveggur okkum ber.
 
Í Listaskála væl er skrýtt
við vøkrum kolorit,
frá loft til gólv við verkum prýtt
av hugdjørvu Ruth Smith.
 
Hon var so viðkvom lív sítt alt
í evnum, sál og  sinni,
at aldri hon sítt stev fekk valt,
so lívsins lag bleiv linni.
 
Hon evnaði tó listarleið
við málningi at føra
oss inn í  litsins veingjabreið,
har innstu kensl seg røra.
 
Á flatlondum hon vann sær vit
við penni og við penslum
at geva ljós og landslag lit
og mynd av sínum kenslum.
 
Vit síggja hana mála mann
og kvinnu, barn sum svevur,
so kenslusamt at síggjast kann,
at Ruth her málað hevur.

Hon málar okkum hugans mynd,
hon vísir okkum vist,
at hon í síni listarlind
er litekspressionist
Hon málar við sítt lætta strok
ein heim, sum okkum nemur,
har formar eru farvufok,
har friður fer og kemur.
 
Hon er so kenslulig og svinn
við síni penslaførslu,
at myndin fer í okkum inn
við somu sinnisrørslu.
 
Vit síggja hennar glaða lag,
vit síggja hana slota,
vit síggja hana yrkadag
við dagsins gerning tota.
 
Hon var helst skapt til annað lag
enn tað, tey flestu syngja,
tí fall hon frá ein dapran dag,
tá sinnið mundi tyngja.
 
Hon leitaði til havsins vað,
har sjógvur kínir strond,
har aldan spælir sorgarlag,
har læt hon sína ond.

Og tó hon livir hjá oss enn
við sínum ríka anda,
sum hon við penslum og við penn
so listarligt gat ganda.
 
Í Vági virða tey Ruth Smith,
har heim hjá henni lá
sæst lív og lagna hennar litt
í Skála við Skálá.
 
                                                                                                                Petur Martin Petersen