Hesi 10 árini, ið liðin eru, síðan 80-aragildið fekk ein so bráðan enda, er nógv broytt, bæði her heima og úti í verð. Verðin er vorðin munandi minni, og hon hevur flutt seg ein fittan tein ávegis inn í eina øld, har kunningar- og samskiftistøkni eru avgerandi tættir í gerandisdegnum, fyri ikki at tala um á arbeiðsmarknaðinum. Alt gongur við rúkandi ferð, og sjálv tíðin er vorðin ein hin týdningarmesti tátturin í tí framkomna samfelagnum. ?Tíð er peningur?, verður sagt, og ?rationalisering? er vorðið fremsta lyklaorðið.
Nú var farið at ganga tann rætta vegin aftur eftir nøkur svong ár. Eftir at fiskurin var komin aftur á grunnarnar, fiskaprísirnir sett met oman á met, arbeiðsloysið komið niður aftur á nøkur fá procent, nøkur av teimum mest átroðkandi búskaparviðurskiftunum vórðu uppkláraði við Danmark, og øll búskapartøl annars vórðu snarað frá minus til pluss, dittaðu menn sær smátt um smátt aftur at hyggja frameftir. Onkrir av teimum vóru farnir at tosa hart aftur um at útbyggja ferðasambandið oyggjanna millum. Prátið gekk lystiliga um breiðkan av vegum, nýggjar ferjur og enntá uppaftur- tøku av undirsjóvartunlaætlanum, ið sleptar vórðu so brádliga tá, fyri skjótt 10 árum síðani.
Nýggju tíðirnar, optimisman og tað nógva prátið um fullveldi, framtíðar vinnumøguleikar og effektivt samskifti vóru eisini samtaluevni hjá okkum, ið dagliga ferðaðust aftur og fram millum Skálafjørðin og Havnina. Skuldu vit eisini tora at hugsa um batnandi tíðir fyri okkara illa tuskaðu farleið? Nýggi samferðslumálaráðharrin var eftir øllum at døma rationalistur um ein háls, og mestur fór onkur bati at koma undan kavi fyri okkum eisini. Kanska fór sambandið at gerast meira regluligt. Buss- og ferjutíðir fóru kanska at verða betri samskipað. Kanska var tíðarskeiðið við ?Pride? sum avloysari fyri ?Ternuna I? um at vera av. Kanska vóru tey á Strandferðsluni farin at leita við kritiskum eygum eftir tíðarsparandi og effektivum framtíðarloysnum.
Lítli bóklingurin við ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum Landsins gevur yvirlit yvir allar almennar farleiðir á sjógvi og landi, og lætt er tí at síggja, hvørja tíð tað tekur at ferðast t.d. av Skálafjørðinum til Havnar og at samanbera tíðirnar, tá siglt verður við ferju av Toftum ella Strondum sammett við hitt alternativið, ið er at koyra við bussi hjá Bygdaleiðum allan vegin. Niðanfyri er víst eitt yvirlit yvir tíðirnar (minuttir) tað tekur at ferðast millum partar av Eysturoynni (og Klaksvík) og Havnina, antin farið verður við Bygdaleiðum allan vegin, ella um beinleiðis bussamband var út á Toftir og Strendur, og tað síðani varð siglt til Havnar við ?Ternuni I?:
(sí talvuna niðanfyri)
Aftur og fram er líka langt, so fyri at síggja veruliga tíðarmunin hjá okkum, ið dagliga ferðast millum Skálafjørðin og Havnina, skulu tølini tvífaldast.
Tølini tala fyri seg. Tey vísa, hvussu langa tíð hvør einstakur persónur skal nýta til ferðing millum tey nevndu støðini. Við at leggja tølini saman niðureftir í yvirlitinum og síðan falda við tvey sæst millum annað, hvussu stórur dagligi tíðarmunurin er samanlagt fyri 10 ferðandi ? einum úr hvørjum av teimum nevndu støðunum. Tíðarmunurin er 430 ? 570 minuttir ella góðar 7 ? 9,5 tímar, ið nøkulunda svara til ein fullan arbeiðsdag hjá einum fólki.
Umroknað eftir princippinum um at ?tíð er peningur?, verður dagligi meirkostnaðurin við at nýta Bygdaleiðir í staðin fyri ?Ternuna I? sostatt ein full dagsløn fyri hvørji 10 ferðandi.
Á sama hátt verður árligi meirkostnaðurin ein full ársløn (einar 200.000 kr.) fyri hvørji 10 ferðandi, ið ferðast við Bygdaleiðum heldur enn við ferjuni. Meirkostnaðurin fyri 100 ferðandi verður á leið 2 milliónir krónur o. s. fr.
Hvørja loysn valdu so strandferðslustjórin, Vinnumálastýrið og okkara framskygdi og rationalistiski landsstýrismaður fyri framtíðar ferðasambandið millum Havnina og oyggjarnar í landnorðri?
Jú, at taka ferjuna burtur millum Skálafjørýin og Havnina og noyða fólk í bussarnar!
(Rætt skal vera rætt. Sum plástur á sárið hava teir sett ein sonevndan snarbuss at koyra eina ferð dagliga aftur og fram millum Skálafjørðin og høvuðstaðin. Koyritíðin er 80 minuttir av Toftum til Havnar.)
Og hvat býr so aftan fyri hetta fantastiska valið? Kann tað vera framskygni og rationell tankagongd? Ein væl gjøgnumhugsað ætlan, har nútíðarkrøv, framtíðarperspektivir, effektiv kundatænasta og tíðarsparandi tiltøk liggja fremst í huganum?
Sagt varð, at farleiðin sjóvegis var ov dýr og gav undirskot fyri landskassan. Frá ársbyrjan fram til september, tá henda farleið varð løgd niður, hevði hon givið 1,4 milliónir krónur í halli. Eftir at hava niðurprioriterað og útpínt hesa farleið tey seinastu nógvu árini, var tað eydnast Strandfaraskipum Landsins at fáa nærum øll ferðandi úr landnyrðingspartinum av Føroyum at velja aðrar farleiðir til Havnar enn hesa. Sum frá leið nýttu bert nøkur fá tandur av Strondum, Runavík og Toftum (eini 50 um dagin) hesa farleið, tá tey skuldu til Havnar til arbeiðis ella í skúla. Árliga undirskotið var nú meira enn tvær milliónir krónur. Og tí skuldi ?Ternan I? nú einaferð med alla leggjast fyri teym.
Var hetta rationelt?
Hvat nú, um strandferðslumyndugleikarnir í staðin fyri høvdu valt hina loysnina og satsa upp á farleiðina sjóvegis? Tveir triðingar av Føroya fólki (ein triðingur býr í Havn, hin í Norðoyggjum og Eysturoynni) høvdu tá fingið eitt nógv effektivari og skjótari sínamillum ferðasamband, og minkað kundi verið munandi um buss- og vegaslit og tær samsvarandi útreiðslurnar hjá landskassanum.
Kanska kundi farleiðin sum frá leið farið at givið eitt beinleiðis yvirskot til landskassan ? oman á teir stóru fyrimunirnar fyri brúkaran. Hvør veit - kanska Finnbogi um nøkur ár tá kundi endað sítt landsstýrisskeið við at privatisera sína blómandi yvirskotsfyritøku.
Jú, okkurt er at hugleiða um, meðan bíðað verður eftir bussinum her í skúrinum undir Gøtueiði.
Martin V.
Heinesen, Toftir
---
FarleiðBygdaleiðirBussur/?Ternan I?Munur
Klaksvík ? Tórshavn11595 ? 10015 ? 20
Fuglafjørður ? Tórshavn100 ? 10580 ? 9010 ? 25
Leirvík ? Tórshavn8565 ? 7015 ? 20
Søldarfjørður ? Tórshavn7555 ? 6015 ? 20
Runavík ? Tórshavn8545 ? 5035 ? 40
Toftir ? Tórshavn90 ? 954050 ? 55
Selatrað ? Tórshavn105 ? 11570 ? 7530 ? 45
Strendur ? Tórshavn85 ? 905035 ? 40
Skála ? Tórshavn7560 ? 6510 ? 15
Skálabotnur ? Tórshavn7065 ? 700 ? 5