Sólin hevur hug at kaga fram, tá Sosialurin ein seinnapart í vikuni vitjar í Undirhúsinum. Tíðliga er um seinnapartin, so tað stóra av fólki er ikki at síggja í Undirhúsinum. Ein maður gongur og putlast við okkurt, hyggur útum, vitar hvat gongur fyri seg úti á kajini. Við tað eina borðið situr ein maður. Tað er ongin mætari enn Dánjal Jákup Bærentsen, gamli landsdjóralæknin. Vit sessast og spyrja, um pensjoneraði landsdjóralæknin hevur hug at fortelja okkum eitt sindur um Undirhúsið.
? Sum eg kann minnast, so byrjaði Undirhúsið við tí, at tað vóru ymsir menn, Jóhan Shell, Zacharias á Argjaboða og aðrir, ið plagdu at hittast við bensinpumpuna, sum stóð á kajini. Fleiri og fleiri eldri menn, byrjaðu so koma saman her ella í Gamla Undirhúsinum, sum er beint við síðuna av, greiðir Dánjal Jákup Bærentsen frá.
Talið øktist, og fleiri og fleiri byrjaðu at hittast at tosa um, hvat rørdist í samfelagnum, hvat gekk fyri seg í býnum og annað.
Dánjal Jákup heldur, at navnið "Undirhúsið" kemur frá tí, at Poul Hansen hevði heilsølu í Vágsbotni. Gomlu menninir vóru í kjallaranum, og skrivstovurnar hjá Poul Hansen í ovaru hæddini. Ovara hæddin varð til Yvirhúsið og kjallarin varð tí til Undirhúsið.
Selja agn
Sum vit sita og práta koma nakrir menn inn afturat. Teir sessast og práta eitt sindur uppi í viðhvørt, men tað er ongin, sum rættiliga vil blanda seg uppí prátið.
? Vit selja eisini agn her, fortelur gamli landsdjóralæknin víðari. ?
? Tað koma so nógvir bátar inn her, sum skulu út á fjørðin, so her kunnu teir keypa agn. Vit hava makrel, goggur og eisini rækjur. Peningin, vit fáa burturúr hesum, fíggjar útreiðslurnar Undirhúsið hevur, og ei ferð um árið verður ein útferð gjørd.
Undirhúsið hevur verið í Gásadali, úti í Fugloy, í Oyndarfirði, á Eiði og í summar gongur leiðin helst út í Mykines, men hetta er ikki heilt avgjørt enn. Eisini verður peningurin nýttur til blómutyssi, tá onkur hevur føðingardag, ella ein vakran krans, tá onkur hevur sett trætufflurnar.
? Eg havi gingið her í umleið 20 ár, sigur Dánjal Jákup.
? Tað var ikki fyrr enn eg varð pensjoneraður, at eg byrjaði at koma her regluliga, og tað eru nú 16 ár síðani. Var eg ein av teimum yngstu tá, man eg teljast millum teir elstu nú. Einasta broytingin, ið fer fram er, at tað minkar í eldra endanum, og veksur í hinum.
Í Undirhúsinum verður prátað um alt millum himmal og jørð, og tá ikki meira er at práta um, verður kortspælið tikið fram. Grev jass, sjavs og vist eru spølini, teir gomlu plaga at sita og spæla.
Útsenda frá Sosialinum og myndamaður takka fyri prátið, og teir fýra, ið nú hava funnið leiðina oman í Vágsbotn, taka kortini fram. "Jamen, so meldi eg grand", eru síðstu orðini, áðrenn hurðin inn í Undirhúsið verður latin aftur.