Hugo, Mirabell, Petur Kanin og Sangur til ein firvald

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út fýra bøkur, smábarnabókina Vit binda sloyfu eftir Fiona Watt og Stephen Cartwright, myndabókina Mirabell eftir Astrid Lindgren, barnabókina Kom yvirum, Hugo eftir Rakel Helmsdal, og ungdómsbókina Sangur til ein firvald eftir Maria Küchen

Vit binda sloyfu er ein fitt og stuttlig bók við alskyns bondum, lissum og sloyfum. Bókin kann vera ein hjálp hjá børnum, tá ið tey læra seg at binda lissur. Hon er vælegnað til tey 2-4 ára gomlu. Bókin er 12 síður úr haldgóðum pappi og kostar kr. 69.
Mirabell er bók eftir kendu Astrid Lindgren. Pija Lindenbaum hevur gjørt vøkru tekningarnar í bókini. Ebba Hentze týddi.
Søgan er um Britta-Kajsu, sum fær eitt lítið fræ, sum skínur sum gull. ?Set hetta lítla fræið niður í garðin hjá tær og vatna tað væl hvønn dag, so skalt tú bara síggja nakað stuttligt." Upp úr moldini veksur ein dukka, ein sovorðin dukka, sum Britta-Kajsa altíð hevur ynskt sær. Dukkan eitur Mirabell.
Mirabell, sum er væl egnað til tey 5-8 ára gomlu, er 28 síður, innbundin við litmyndum og kostar kr. 90.
Triðja bókin í røðini um Hugo Kom yvirum, Hugo eftir Rakel Helmsdal er komin. Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í gamla býarpartinum í Port Janua. Enn er hann tó keddur um, at hann nú býr so langt frá besta vinmanni sínum Ravni. Men alt broytist, tá ein brúgv verður bygd, sum bindur býarpartarnar saman.
Hátíðardagin, tá ið brúgvin verður tikin í nýtslu, hava Ravnur og Hugo avrátt, at teir skulu verða fyrstir at hittast á miðjari brúgv. Tað ber tó ikki til, tí Hugo sleppur ikki ígjøgnum mannamúgvuna við súkkluni. Hann noyðist at bíða, og tá verður hann vitni til lummastuldur.
Lummastuldurin og aðrar hendingar í hesum sambandi laga tað soleiðis, at Hugo og lummatjóvurin gerast vinmenn, og vinalagið hevur við sær, at Hugo er um at koma sær í óføri. Fløkta lívið hjá forsømda Stefani skapar trupulleikar, ið Hugo ikki hevur vitað um fyrr, og dreingirnir verða drignir upp í gamlar loynidómar, meðan teir royna at fáa rættlag á aftur.
Kom yvirum, Hugo er u.l. 180 síður, innbundin. Bókin kostar kr. 140. Fyrsta bókin í røðini Tey kalla meg bara Hugo kom út í broyttari útgávu av nýggjum fyri einum mánaði síðani.
Ungdómsbókin hesa ferð er Sangur til ein firvald. Juli Fagerland týddi úr norskum. Bókin er um nøkur ungfólk í 9.B, sum er ein púra vanligur skúlaflokkur, bara óvanliga góður, í Ongastaðni, sum er ein púra vanligur, lítil býur. Í 9.B er ótrúligt samanhald. Men sjálvandi; øll kunnu jú ikki vera eins ágangandi og Elsa Maria ella eins evnarík og Riina ella eins sjeikalig og Pepsi - Pepsi, sum fær øll gentuhjørtu at duka harðari. Magdalena gongur eisini í flokkinum. Ósjónliga Magdalena, tung og grá. Eingin veit, at í hennara hjarta brennur ein eldur, sum er eins bjartur og hjá hinum. Hon vil síggjast. Hon vil hevnast. Hon vil, at tey ongantíð skulu gloyma
Sangur til ein firvald er 143 síður, heft við klaffum og kostar kr. 140.