Tað kann verða eitt sindur trupult hjá okkum at skilja, at ein flokkur, sum fær 38% av atkvøðunum, hevur liðið ein lemjandi ósigur - gjørt tað vánaligasta valið síðani 1922!
Men soleiðis er støðan í Svøríki, hóast Göran Persson og stjórn hansara halda fram - hesaferð ikki einsamallir, men við stuðli frá hinum vinstraflokkinum, Vänsterpartiet, sum er fyrrverandi kommunistaflokkurin.
Valgranskarar tykjast vera á einum máli um, at orsøkin til afturgongdina hjá svenska Javnaðarflokkinum var, at flokkurin hevur »gloymt« vælferðina - og hevur lagt størri dent á at fremja sparingar - eisini sparingar, ið hava gingið út yvir vælferðina hjá vanliga fólkinum, sum flokkurin annars hevur staðið sum borgan fyri.
Tað er einki yvir at dylja, at norðanlondini eru fyrimyndin í øllum heiminum, tá tað um vælferðarsamfelagið ræður. Og tað er heldur einki yvir at dylja, at tað eru norðurlendsku Javnaðarflokkarnir, sum hava bygt upp vælferðarsamfelagið, soleiðis sum vit kenna tað.
Tí er tað heldur ikki so løgið, at føroyski Javnaðarflokkurin er so varin, nú tað í Føroyum er vorðið »in« at tosa um loysing. Ein Javnaðarflokkur skal hava fremst í huga hugsjónina. Og hugsjónin hjá øllum heimsins Javnaðarflokkum er at skapa eitt trygt og gott samfelag - har veikastu bólkarnir eisini verða tryggjaðir.
At Javnaðarflokkurin setur spurnartekin við, um hesin bólkur verður tryggjaður í fullveldinum Føroyum er púra nátúrligt.
Fyri flokkin kann loysingin ella fullveldið ikki vera eitt endamál í sjálvum sær. Men at vit sjálv ráða og sjálv eru før fyri at gjalda allar samfelagsútreiðslurnar er sjálvandi eitt endamál - og ein avleiðing av hesum kann vera fullveldi.
Javnaðarflokkurin eigur at hava læruna hjá svenska bróðurflokkinum í huga. Hann eigur eisini at hava í huga egnu læru sína - at hava góð viðurskifti við fakfelagsrørsluna, og vit bíða spent eftir næsta leiki í talvi Javnaðarfloksins, har hann tekur ítøkilig stil til samstarv við føroysku fakfelagsrørsluna.