Hurðin fór inn og síðan út

Bygningurin hjá Vónini í Fuglafirði er illa farin, sigur sløkkiliðsleiðarin.

Ein hurð fór inn og skapti trýst inni í bygninginum. Hetta var orsøkin til, at plátur rivu av bygninginum, sigur Jóhan Clementsen, sløkkiliðsleiðari.

 

Tað var kolandi stormur eina løtu seinnapartin, men beint eftir klokkan trý hæsaði av, og gjørligt var at bøta um skaðan nakað.

 

Jóhan Clementsen sigur, at tað byrjaði við, at ein hurð bleiv blást inn. Hann greiddi frá, at teir settu eina bingju fyri hurðina, fyri at avmarka skaðan nakað, men kortini bleiv ov nógv trýst inni í bygninginum, sum gjørdi at tann eina síðan reiv.

 

Tað stóð nógv á eina løtu, og løgreglan heitti á fólk í Fuglafirði um at halda seg innandura, tí leysu pláturnar kundu fúka í vindinum. Pláturnar eru heilt upp í átta metur langar.

 

Jóhan Clementsen sigur, at bygningurin er illa farin.

 

Løgreglan hevur ikki fingið fráboðanir um aðrar skaðar í Fuglafirði. Í Leirvík varð boðað frá, at at ein takrenna var um at ríva, men annars hevur løgreglan ikki hoyrt um nakran skaða.