Eitt tað fyrsta, sum var uppi at venda, vóru stovnarnir/tilboðini hjá Klaksvíkar Kommunu, sum ikki eru lógarkrøv. Spurningurin var so, um tað ikki var best, at stongja/lukka okkurt av hesum tilboðunum soleiðis, at tey tilboðini, sum so vóru eftir í kommununi, ikki skuldi skerjast í alt ov stóran mun.
Spurningurin var, um tað ikki var best at stongja frítíðarskúlan, sum kostar 1,7 milliónir brutto árliga, svarandi til 1,4 milliónir netto(tá foreldraparturin er goldin). Her kundi man so við at stongja ein stovn, spara so mikið nógv av peningi, at hetta vildi viðført, at aðrar tænastur ikki í líka stóran mun skuldu skerjast.
Eftir drúgvar samráðingar, bleiv samgongan tó samd um, at frítíðarskúlin framhaldandi skuldi verða opin. Men, at frítíðarskúlin, sum eina fyribilsloysn skuldi flytast út í Virkishúsið fyri á tann hátt spara pening. Tað var eisini frammi at stongja fríðtíðarskúlan, men vit komu so til hesa loysnina.
Og tá eg sigi ein fyribilsloysn, meinast tað við, at frítíðarskúlin skjótast gjørligt skal flyta inn í gamla Tekniska Skúla. Flytingin skal í seinasta lagi verða tá Ósáskúlin verður liðugur. Ein samtykt frá seinasta býráði sigur jú, at frítíðarskúlin skal flyta inn í hendan skúlan.
Í løtuni húsast næmingar og lærarar frá Ósáskúlanum í Tekniska Skúla ímeðan Ósáskúlin verður bygdur. Haldi tað er vert at nevna, at samgongan valdi, at byggingin av Ósáskúlanum ikki skal útsetast.
Grundað frammanfyri metti eg, at best var at semjast um, at frítíðarskúlin fyribils kundi flyta út í Virkishúsið, sum jú er fult av møguleikum. Og eitt gott og stórt spælipláss liggur umleið 50 metur frá Virkishúsinum. Her skulu einans heilt smáar ábøtur gerast fyri at fáa eitt 1.floks spælipláss/sparkivøll til í summar. Eisini er eitt snotisligt pláss (núverandi p-pláss) omanfyri/vestanfyri Virkishúsið sum, um neyðugt, lættliga kann gerast til spælipláss ímeðan frítíðarskúlin heldur til har. Her kundi ein rampa, sum børnini eru glað fyri, verið sett. Havi tosað við handverkara hjá kommununi og hesin rampin kann lættliga gerast fyri ein sera bíligan penga.
Hvussu dagligi dagurin verður, vita vit ikki heilt nágreiniliga enn, tí hetta er so nýtt. Men eg ivist onga løtu í, at við tí fólki, sum starvast innan økið, verður besta loysnin funnin. Møguliga kann tað eisini verða ein fyrimunur fyri Virkishúsið, at børnini longu frá 1.flokki læra húsið at kenna.
Trygdin
Áðrenn virkishúsið verður tikið í brúk til frítíðarskúlan, skulu dagstovnakrøvini sjálvandi verða í lagi.
Hvar eru sparingarnar
Sparingar við at flyta frítíðarskúlan eru góðar 300.000,- kr árliga. Frá august og restina av 2009 er sparingin kr. 150.000,-. Her kann verða skoytt uppí, at Virkishúsið helst kemur at brúka nakað meir av olju, el. og telefon, tá sornhúsið flytir út har. Men tað sigur seg sjálvt, at tað undir øllum umstøðum verður ein sparing, tí tað er bíligari at reka eitt hús enn tvey, bæði í rakstri og viðlíkahaldi.
Leigaðu hølini skulu vera í sama standi sum tá ið frítíðarskúlin flutti inn!
Rætt er tað. Men líka mikið um frítíðarskúlin flytur út nú ella seinni, er tað neyðugt, at hølini skulu gerast aftur í sama stand, sum tá ið frítíðarskúlin flutti inn.
Niðurstøða
Sjálvandi er hettar ikki nøkur ynskilig støða hjá nøkrum, og serliga ikki hjá teimum, sum tað rakar.
Mín sannføring er, at tá ið nú fíggjarliga støðan er so álvarslig sum hon er, og drastisk stig skulu takast, er best at gera tað á ein so skynsaman hátt sum tað yvirhøvur ber til.
Eg føli, at tað er ein góð loysn, sum samgongan tók, at frítíðarskúlin skal halda fram. Tað er sera positivt fyri kommununa, at hon ikki misti hesa tænastu. Og ikki minst, at arbeiðspláss eisini verða varðveitt. Tí ein skal ongantíð gloyma, at tað er ein lagna aftanfyri hvørja uppsøgn.
So saman um tikið eri eg glað fyri at politiski viljin bleiv: At frítíðarskúlin skal halda fram. Sjálvt um tað er neyðugt við eini fyribilsloysn, við at frítíðarskúlin flytur út í Virkishúsið til klárt er at flyta inn í gamla Tekniska Skúla.
Ongin ivi skal vera um, at frítíðarskúlin flytur inn í gamla Tekniska Skúla skjótast
tilber.