Hví gudfrøðingar, Karsten?

Góði Karsten Hansen

Heini Reinert, Heimspekingur, Skrivari fyri Gudloysi
------
Eg las herfyri í Dimmalætting (nr. 207, 13. september, s. 2), at nýggj skipan skjótt skal koma í gildi, har ráðgeving verður áløgd øllum kvinnum, ið ynskja fosturtøku. Í hes­um sambandi segði tú sam­bært Dimmu, at eftir nýggju reglugerðini skal kvinn­an hava ráðgeving frá heilsu­systir. Harumframt kann hon, um hon ynskir tað, “leita sær meir hjálp hjá eitt nú sála­r­frøðingi, gudfrøðingi ella øðrum.”
Henda útsøgnin undrar meg, og kundi eg tískil hugs­að mær svar upp á nakrar spurningar. Í fyrstu atløgu kundi eg hugsað mær at vita, hvørt hendan víðari ráð­gevingin eftir ynski er fullkomiliga sjálvboðin og óheft heilsuverkinum? Er ætl­an­in, at hon t.d. skal fáa pen­ingaligan stuðul ella ávís­ing til hesa?
Tí um so er, at kvinnan av sínum eintingum eisini kann leita sær víðari ráðgeving frá t.d. eini vaskikonu ella einum timburmanni, undrist eg á, hví tú kendi tað neyðugt at nevna sálarfrøðingar, gud­frøð­ingar ella nakrar –frøð­ingar yvirhøvur. Sigur tað ikki seg sjálvt, at ein og hvør í ein­um fríum landi til eina og hvørja tíð eftir egnum ynski kann leita sær ráðgeving frá hvørjum, tað skal vera, uttan atlit at útbúgving ráð­gevans?
Tað spurt, so kundi eg hugsað mær at vitað, hví tú í hesum høpinum javn­setir gudfrøðingar við sálarfrøð­ingar á henda hátt. Hvørj­ar ser­ligar førleikar ímynd­ar tú tær, at ein gud­frøð­ingur hevur fram um aðrar aka­dem­ikarar á sama stigi til at vera ráðgevi hjá kvinn­um, ið umhugsa fostur­tøku? Hvat er tað, sum gjørdi gudfrøðingin verd­an at nevna sum møgu­ligan ráðgeva saman við sálar­frøð­inginum fram um eitt nú ein støddfrøðing? Hvørji teljast í tínum huga millum “onnur” í útsøgn tíni :  “(...) hjálp hjá sálarfrøðingi, gudfrøðingi ella øðrum?”
Lat okkum ímynda okkum, at ein anti-freudiansk, gud­leys kvinna umhugsar fostur­tøku. Hon fær ráðgeving frá áðurnevndu heilsusystrini, ið hon er víst til, men hevur sjálvandi ikki hug at práta við hvørki sálarfrøðing ella gudfrøðing. Hevði tað, eftir tínum tykki, so verið henni líka gagnligt at leita sær meiri hjálp frá einum heimspekingi, einum søgufrøðingi, einum samfelagsfrøðingi ella einum málfrøðingi?
Um so er, at tín útsøgn merkir, at almennur stuðul kann veitast til meiri hjálp hjá sálarfrøðingi ella gud­frøð­ingi, kann slíkur stuðul so eisini veitast til hjálp frá nevndu verðsligu alterna­tiv­unum?
----
www.Gudloysi.fo
[email protected]