Hvør verður ársins boðfretur?

Hóast øll politisku bløðini eru farin á húsagang – uttan Sos­ial­ur­in, sum í staðin gjørdi Javn­að­ar­flokk­in til Før­oya rík­asta flokk, tá blað og flokkur skilt­ust við privatiseringini av gamla floksblaðnum, so livir gamla pol­it­iska pressan sítt fríska lív á neti­num.

Í Klaksvík situr for­mað­ur­in í Norð­­oya Sambandsfelag og stýr­­ir Norðlýsinum – har sam­bands­hógv­ar viðhvørt skína í­gjøgn­um, hóast blað­ið meira má metast sum lok­al­blað. Men tann sum ber prís­in, er gamli hondlangarin hjá Óla Breck­mann í Sørvági, Ólav­ur í Beiti, sum saman við Gunn­ari Skúv­a­dal nú rek­ur Vág­a­port­al­in. Og størri pol­it­isk­an boðfret finnur tú ikki.

Bestu dømini um, hvussu Vág­­­a­port­alurin førir fólka­floks­journ­a­li­stikk, er við­gerð­in av Jørg­en Niclasen í sam­bandi við, at Port­al­u­rin og Kring­varpið hava lagt fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­an und­­ir at vera ein óreiðiligan toll­­svindl­ara.

Sambært Beiti & Skúv­a­dal, so ger Jørgen Nicalsen ong­an feil. Tá hann verð­ur út­hongd­ur sum toll­svindl­ari á Portalinum og í Kring­­varp­­i­num, so finna Beiti & Skúv­a­dal skjótt ein eyg­leið­ara, sum held­ur, at Jørgen Nicl­a­­sen kom stryktur frá skuld­­set­­ing­­­u­num. Sjálv­andi er »eyg­leið­­ar­in« dul­nevnd­ur, tí hann er jú ikki til. Og sjálv­andi kem­­ur ein fíggj­ar­mála­ráð­­­harri ikki styrktur frá at verða skuld­settur fyri svik. Og sjálv­andi hevur Jørgen Nicl­a­sen eitt stórt problem av has­um máli­num.

Í síðstu viku høvdu Beiti & Skúv­a­dal aftur ein »floks­pol­it­isk­an« vinkul upp á Jørgen-mál­­ið. Hesaferð høvdu teir funn­­ið fram ein »advokat«, sum metti, at Kring­varp­ið og Port­­al­­ur­in kunnu revast fyri skuld­­set­ing­arnar um toll­svik. Men heldur ikki hesaferð hevði »advokaturin« nakað navn, tí tað er sjálvandi eingin ad­vo­kat­ur, sum sigur slíkt – uttan kanska Annfinn Vitalis Han­sen.

Tað margháttliga av øll­um er tó, at tað var á Vága­port­al­i­n­­um at Jørgen Niclasen fyrst var skuldsettur fyri at hava snýtt landið fyri pengar. Tað var í einum lesarabrævi 26. mai í fjør, sum redaktørurin á Vága­port­al­i­num gloymdi at lesa, áð­r­enn hann legði tað út. Har vóru bæði løgmaður og Jørgen Nicl­­a­sen skuldsettir fyri at hava kostað landinum pengar.

Í fjør heiðraði felagið hjá fjøl­miðl­a­fólkum fjølmiðlar fyri góð journ­a­listisk avrik. Dimma plagdi í hinum endanum at geva árs­ins neyðrakett til onkran, sum hevði gjørt okkurt býtt – sein­ast var tað blaðstjórin sjálv­ur, sum var neyðrakettin, og tað er hann helst enn.

Men er ikki onkur prísur, sum Ól­av­ur í Beiti og Gunnar Skúv­a­dal kunnu fáa fyri at royna at blæsa lív í annars stein­deyðu part­a­pol­it­isku press­­­una? Tað kundi kanska ver­ið »Árs­­ins boð­fret­ur«?