Hvítabók ? eitt vælsignilsi fyri sambandið

Fullveldið ? uttan selar og reim.

Ríkisfelagsskapurin ? við selum og reim ? sjálvandi!

Nú kom hon, tann nógv umtalaða og leingi væntaða, ið skal geva svar uppá allar spurningar.

Eg má nevna, at ein gerst meira ríkisfelagsskaps hugaður við at lesa bøkurnar. Tað er galdandi niðanfyrinevnda. Og vónandi onnur eisini.

Somuleiðis verður við 7 tumma seymi sligið fast, at teir flokkar, ið hava skýrt Sambandsflokkin fyri at koma við ræðumyndum, nú mugu ásanna ? um teir eru nakað verdir - at tær bert eru sannar og helst undirmettar. Tí Hvítabók vísir heilt nágreiniliga, at hvørt einasta orð, vit hava ført fram um fullveldi hevur verið rætt - tó um ásannast skal, at vit helst hava verið ov bjartskygdir í okkara metingum um processina, ið samgongan enn hevur ætlanir at fremja.

Dømir úr hvítubók: Um ríkisveitingin minkar, kann væntast: minni almennur sektorur, minni privat tænastuvinna, vaksandi arbeiðsloysi, fráflyting; lægri løn.

Hækkandi skattir.

Virðislækking av føstum ognum.

Samstundis sum húsaskuld o.a. lutfalsliga økjist, um lønin minkar. T.v.s. fleiri missa hús og heim.

Eisini er komið fram, at livistøði lækkar 24 % - um fullveldið verður valt!

Hvussu nógvar føroyingar ber tilfeingi í Føroyum:

Tað hevði verið ynskiligt, at Hvítabók viðgjørdi eina meting hjá framstandandi búskaparfrøðingum um, at Føroyar bert hava tilfeingi til 20000 føroyingar. Um fullveldið vil gera at 25000 føroyingar rýna av landinum. Tá hetta tal er nevnt fyri stuttari tíð síðani, hevði verið rímiligt at metingar vóru gjørdar um, hvussu stóra fráflyting vit kunnu vænta fer fram ? um fullveldisætlanin verður framd, sum upprunaliga ætlað.

Fullveldið verst:

Tjóðveldið hevur nú í 50 ár tosa um at kvetta. Ein frymil í Hvítubók sýnir, at um ríkisveitingin verður burtur eftir einum árið ? fara Føroyar fallit við brestin! At tjóðveldisfólk nú ikki orka at hoyra orðið kvetting, ið hevur verið teirra hornasteinur í 50 ár, er væl skiljandi.

Ríkisfelagsskapurin ? nógv best:

Um harafturímóti ríkisveitingin verður varðveitt, samstundis sum væl verður stýrt fíggjarliga, so gevur tað Føroyum nógv bestar fíggjarligar karmar at mennast undir. Tað vísir Hvítabók.

Ríkisfelagsskapurin er so nógv tann besta loysnin fyri føroyingin ? bæði nú og í framtíðini .

Tað vísir Hvítabók greitt.

Og Føroyar fáa eisini eitt reint 11-tal fíggjarliga í løtuni. Afturímóti hesum munar eitt førkøla fullveldi lítið.

Tað er bara veruleikin!

Men tað er jú tað, ið vit altíð hava sagt_vit í Sambandsflokkinum!


Við Ríkisfelagsskapskvøðu

Marjus Dam, løgtingsmaður