Hvítarussland-Føroyar á FM1 fríggjadagin klokkan 15

Frásøgumaður til HM-undankappingardystin verður Sjúrður H. Hoydal. Viðmerkjari verður Sigrun Mikkelsen

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Hvítarusslandi fyri at spæla HM-undanundankapping móti Hvítarusslandi og Sveis.

Nummar eitt og tvey fara víðari til høvuðs-undankappingina. 

Í morgin klokkan 15 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Hvítarusslandi sum er greiður favorittur.

Sjúrður H. Hoydal fer at hava eina beinleiðis studiofrásøgn. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður Sigrun Mikkelsen.

Øll kunnu hoyra FM1 HER