Frásøgnina um hesa hending finna vit í Ápostlasøguni kapittul 2, og ørindini 1 til 13, og eru tey soljóðandi: Og tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla. Men har vóru Jødar búsettir í Jerúsalem, menn, ið óttaðust Guð, av øllum tjóðum undir himni. Tá ið nú hetta ljóðið hoyrdist, kom mannamúgvan saman, og henni varð dátt við; tí at teir hoyrdu, ein og hvør, teir tala á sínum egna máli. Og teir vórðu allir bilsnir og undraðust og søgdu: »Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galileumenn? Hvussu ber tað tá til, at vit, ein og hvør, hoyra teir tala á okkara egna máli, sum vit eru føddir við? Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pontus og Ásiu, í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guðs?« Men teir gjørdust allir bilsnir og vóru í døpurhuga og søgdu hvør við annan: »Hvat man hetta vera?« Men aðrir spottaðu og søgdu: »Teir eru druknir av søtum víni.«.
Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin fram um aðrar, og kemur av teimum hvítu klæðunum, sum tey doyptu vóru í. Navnið hvítusunna vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og haðani kemur tað til Noregs, Føroyar og Ísland.
Men tað navnið, sum annars vann fram í flestu europeisku londunum var orðið, sum t.d. á donskum er pinse. Tað kemur av grikska orðinum pentekoste, ið merkir 50. dagurin eftir páskir.
Høgtíðin, sum ápostlarnir komu saman á, var annars gomul jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Men í kristnu kirkjuni fær høgtíðin so ein annan dám og týdning. Tað er annars ikki so langt síðani, at tú í Føroyum kundi hoyra fólk ynskja gleðiliga pinsafest, men tað man ikki hoyrast longur.
Føroyska navnið á høgtíðini hevur so altíð verið hvítusunna.