- Veðurvánirnar vóru ikki so galnar í morgun, og tí avlýstu vit ikki skúlagongdina, sigur Eydna Danielsen, skúlastjóri í Hvalbiar skúla.
Hann øtlaði tó skjótt veðrið, og sum in.fo skrivar í aðrari grein, fór streymurin í allari oynni stutt áðrenn klokkan 10.
- Tá var einki at gera longur. Vit ringdu til foreldrini og bóðu tey koma eftir børnunum. Tá var tað so nógvur vindur, at bussurin ikki kundi koyra, tí hann er ov høgur og tí tekur ov nógvan vind á seg, sigur Eydna Danielsen.
Sambært skúlastjóranum eru øll børnini komin heim nú. Sjálv er Eydna farin suður til Hovs, har hon sigur, at veðrið er nógv verri enn í Hvalba.
- Her er longu onkur skaði av ódnini. Millum annað er skorsteinurin á skúlanum her í Hovi kvettur av, og liggur niður á takið. Onkur bátur er eisini koppaður niðri á kaiøkinum, sigur Eydna Danielsen.
Eydna Danielsen sigur, at flestu fólk tykjast hava fyrireikað seg til ódnina, men tíverri eru onkur, sum ikki hava ruddað upp.
- Okkurt órudd liggur enn og sløðist, men vónandi fer tað ikki at elva til skaða, um tað rakar hús ella bilar, sigur Eydna Danielsen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Eydnu