Umhvørvisstovan hevur góðkent alistøðina hjá P/F Faroe Cod Farming í Hvalba.
Tað skrivar Umhvørvisstovan á sínari heimasíðu.
Alistøðin fekk góðkenningina í gjár.
Virkið hevur framman undan havt eina umhvørvisgóðkenning til aling av toski, men hon er tíðaravmarkað.
Í gjár gav Umhvørvisstovan góðkenning til aling av laksi í kørum á landi.
Framleiðslan verður skipað soleiðis, at laksayngul verður keypt til støðina. Yngulin gongur á støðini til hann vigar umleið 500 gramm, og verður síðan settur út á sjógv.
Umhvørvisstovan hevur við ásetanini av treytum í umhvørvisgóðkenningini serliga hugt at viðurskiftunum í sambandi við spillivatn. Spillivatnið frá virkinum verður leitt í lokaðum røri og beinleiðis út á sjógv, har gott vatnskiftið er.