Kappingarnevndin hjá FSF hevði fund í gjár, og á fundinum var samtykt, at ein avleikarunum hjá Royn í 2. deild skal hava leikbann í seks dystir, eftir at hann undanfarna vikuskifti tók kvørkratak á dómaran í dystinum ímóti Sumba.
Eisini gjørdi kappingarnevndin av, at Sjúrður Jacobsen hjá NSÍ, sum fekk reytt kort í dystinum ímóti HB mikukvøldið, skal hava tveir dagar leikbann. Tað sama er galdandi fyri landsliðsskiparan Óla Johannesen, ið fekk reytt kort í dysti ímóti VB í 2. deild á jóansøku.