Á bygdaráðsfundi hin 20. november varð fíggjarætlanin hjá Hvannasunds kommunu fyri 2025 einmælt samtykt.
Inntøkurnar eru mettar til stívliga 25 milliónir krónur, og rakstrarútreiðslurnar við mvg eru mettar til stívliga 22,7 milliónir.
Í Hvannasunds kommunu siga tey, at rentustuðul og renta eru mett til 546.000 krónur, og stívliga 1,3 milliónir krónur eru settar av til íløgur.
Avlopið eftir rakstur og íløgur verður 518.000 krónur, og soleiðis fer kommunan sambært fíggjarætlanini at hava avlop í rakstrinum í komandi ári.
Lagt verður aftrat, at skattaprosent og barnafrádráttur eru óbroytt – og eru ávikavist 19,75% og 7.000 krónur.