Alzheimersfelagið hevur í morgun sent miðlunum eitt tíðindaskriv, har tey eftirlýsa ítøkiligar ætlanir um at seta demensætlanina í verk.
-Tað harmar Alzheimersfelagið almikið at lesa í uppskotinum til fíggjarlógina 2017, at onki sæst til ætlanir um at seta Demensætlanina fyri Føroyar í verk. Ikki ein króna er sett av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017, hóast løgtingið avgjørdi í seinastu løtu í 2016 at seta 250.000 kr av, so Demenætlaninkundi verða sett í verk, skrivar nevndin í Alzheimersfelagnum.
Manglandi játtanin á fíggjarlógini samsvarar ikki við teir tónar, sum eru komnir frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum hesar seinastu vikurnar, sigur Alzheimersfelagið.
-Vit fegnast um, at fyrsta stigið er tikið at seta fyrsta demenssamskiparan av teimum fimm, sum tilmælt verður í Demensálitinum. Men samstundis eru vit ørkymlað av manglandi raðfestingini, sum Demensætlanin fær á fíggjarlógini. Vit eru øll vitandi um, at Demensálitið er ein samlaður pakki, og tað skal meira til enn at seta ein demenssamskipara. Tað er eitt sindur sum at ætla sær at keypa eina teldu, men tú velur bara at keypa ein skerm og bíðar við restini til seinni, skrivar nevndin.
Tey siga seg sakna eina klára og greiða útmelding frá landsstýriskvinnuni, um eina langtíðarætlan fyri Demensøkið í Føroyum.
- Nevndin fyri Alzheimersfelagið ynskir tí at koma við eini áheitan á Føroya Løgting og landsstýriskvinnuna um at gera eina fíggjarliga raðfesting fyri Demensøkið. Øll gransking vísir tíverri, at nógv fleiri av okkum fara at fáa eina demenssjúku komandi árini. Føroyar kann taka sær nógv betur av sínum demenssjúklingum og teirra avvarðandi, og tað arbeiðið má takast í fullum álvara og ikki bíða meira, sigur nevndin í Alzheimersfelagnum, við forkvinnuni Maluni Mohr á odda.









