Jógvan við Keldu, tingmaður Fólkafloksins í Norðoyggjum:
Samrøðan, sum Kári Mikkelsen, blaðmaður hevði við hagfrøðingin Regin Reinert í Dimmalætting hóskvøldið 24. august undir heitinum Føroyskir politikarar eru stutt-skygdir var áhugaverd á meiri enn ein hátt.
Bóndin og eslið
Eg kom at hugsa um eina stuttliga hending, sum ein høvundur hevði sum dømi um hvussu vit yvirliva.
Ein bóndi átti eitt esil. Ein dagin var eslið dottið í ein brunn, sum bóndin sjálvur hevði grivið. Bóndin royndi at fáa eslið uppaftur, men har var ongin møguleiki. Tí tók hann støðu til bara at grava omanyvir tað, so var tað burtur.
Hann byrjaði at grava, men legði til merkis, at so hvørt hann gróv, traðkaði eslið bara oman á grivna tilfarið. Endin var, at tá bóndin hevði grivið seg lidnan og typt brunnin, stóð esilið omaná og slapp soleiðis við lívinum.
Nú nevnir Regin Reinert, at ein niðurskurður við trimum prosentum bara er symboskur niðurskurður. Nakað kann vera um tað, men so grunt og óbúgvið ber ikki til at fara um serstakliga tá ein er frøðingur, tí tá fiskifrøðingar og fjølmiðlar hava orðið, taka teir oftast bara seinasta árið burtur úr, men nevna ikki, at niðurskurðurin eisini hevur verið framdur í árunum frammanundan.
Skerdir ár um ár
Eg fari at taka einstakt dømi um bát, sum í 2002 hevði 79 fiskidagar, sum sjálvandi var í minna lagi. Síðani er hann við tíðini til ídag 2006, skerdur við 11 døgum soleið-is, at hann nú hevur 68 fiskidagar. T.v.s. niðurskurð umleið 15% bara hesi fýra árini.
Regin sigur, at fremsta áhugamálið hjá føroyska samfelagnum má vera størst møgulig inntøka til samfelagið upp á longri sikt, og sigur víðari, at ósemjan sostatt botnar í áhugamálunum hjá politiska valdinum nevniliga óttin fyri ikki at verað afturvaldur og hjá føroyska samfelagnum sum heild.
So einfalt ber til at túra fram, tá ikki verður farið í dýpdina.
Eg vendi her aftur til eslið, sum ikki vildi lata seg undirgrava av bóndanum.
Hesin bátur, sum nú bert hevur 68 fiskidagar, og árslønin hjá monnunum, sum við eru, er rokin úr 220túsund krónum niður í 190túsund kr, sum í sjálvum sær ikki er nógv at liva av ídag, verður nú noyddur at keypa sær 11 dagar afturat, fyri at fáa nøkulunda ársløn. Tað ger hann, og hesir dagar kosta 15.000 krónur um dagin altso 161túsund krónur undir stórum trýsti og hørðum og óregluligum arbeiði. Hjá hesum báti er talan um marknaðarkreftir, sum bæði búskapar- og fiskifrøðingar mæla til.
Arbeiðsloysi á sjónum ICES livir væl
Nú er eyðsæð, at vit sum meiri ella minni eru fastlønt, fáa í ringasta falli ávísa lønarhækkan, verða vit ikki uppsøgd, meðan fiskimaðurin missir. Her siga frøðingar, at tað ræður um, at lata fiskivinnuna hava so fáar dagar sum gjørligt, so effektivar bátar sum gjørligt til at fiska so lítið sum tilber, so er ICES nøgt, fiski-frøðingar hava fingið ljóð fyri sínum uppáhaldni, hóast talan er um hypotetiska mynd
Harafturímóti ger arbeiðsloysið innan fiskivinnuna á sjónum, at hesir fara í annað arbeiði, tí tílíkir arbeiðsmenn lata seg ikki undirgrava. Tað kann hava fyrimunir!
Síðani sigur hagfrøðingurin Regin Reinert, at So at siga allir serfrøðingar uttanfyri løgtingshúsið mæla til niðurskurð í fiskidagatalinum, og ein skuldi trúð, at hesir serfrøðingar við teirra útbúgving hava væl betri førleika enn flestu løgtingsmenn hava. Lat tað so fara.
Tá frøðingar eintýðugt stýra
Kundi verið áhugavert at vita, hvønn hann metir serfrøðing og hvør ikki, tí eg síggi hann ongastaðni í samrøðuni hava fiskimannin, reiðaran ella vinnulívið við í staðfestingum og avgerðum, tvørturímóti sigur hann um fiskingarstýringina, sum hann metir sum okkara Tjóðbanka og sigur, at hon kundi hóskandi ligið onkustaðni á markinum millum búskarfrøði og fiskifrøði og her gangi eg út frá, at hann meinar, at búskaparfrøðingar og fiskifrøðingar skulu stýra hesum.
Fiskiskapur og fiskifrøði er einki minni enn ein list og fiskimaðurin er eingin minni enn listamaður, og hóast eg einki skal taka frá bókliga útbúnum frøðingum, ber ikki til bara fullkomiliga at skerja hesar fyrrnevndu burtur úr av- og viðgerðini.
Eg plagi at taka dømi, at fyri tað, um tú hevur lært at spæla eftir nótum, gerst ikki bara av tí góður tónlistamaður. Her skal annað til. Soleiðis er eisini við fiskifrøðini.
Fyri at taka eitt dømi afturat, hvussu frøðingar hátta sær. Tá vit stríddurst við myndugleikarnar um at fáa typt Haraldssund, var ein av okkara kendu frøðingum frammi og segði, at inni á Funningsfirði hevði verið ein botnvending sum er ein botneksplosión, tað kundi eisini henda inni í Klaksvík, um byrging varð gjørd um Haraldssund tí Klaksvíkin varð dálkað.
Síðani byrgingin kom, er Klaksvíkin reinari og djóralívið kom seg betur aftur, m.a. av tí at streymviðurskiftini broyttust. Hetta vitsti bæði útróðrarmaðurin og og jarðabrúkarin har á leið.
Spennandi samrøða
Sjálvandi skulu vit hava djúpastu respekt fyri frøðingunum, og lurta væl eftir teimum, tí hetta er teirra útbúgving. Teir hava nátúrliga rætt við hvørt, men ikki altíð. Sum ein klókur maður segði, ein klokka, sum stendur still, er eisini røtt viðhvørt.
Eg tori at siga, at um so er, at Regin Reinert fær endaligt viðhald, verða nógvir fundir og temadagar men helst lítið eftir til sjóvinnuna.
Men samrøðan sum Kári Mikkelsen hevur í blaðnum við hagfrøðingin Regin Reinert er áhugaverd í mangar mátar. Hon er stuttlig, tí hon er provokerandi. Hon er viðkomandi, tí hon leggur upp til kjak.
Men eg spyrji bara, hvar fiskimaðurin og vinnlívsmaðurin er í hesi stuttligu og provokerandi samrøðuni.
Hann skal vera glaður fyri, at tað ikki eru limirnir í Starvsmannafelagnum hann niðurger, men okkara sjófólk og vinnulívsfólk, tí annars hevði Dalsgarð sloppið fram at mikrofonini og sagt, hvussu synd var í sær og sínum limum.