Hvat er endamálið við útspillingini hjá Dimmalætting og Gunnleivi Dalsgarð?

    

Ingeborg Vinther
Tórshavn, tann 6. mai 2004
???????????????????????

Á forsíðuni á Dimmalætting tann 28.apríl 2004 verður formaður Starvs-mannafelagsins brúktur sum sannleiks- og samvitskuvitni, í sambandi við herferðina hjá Dimmalætting móti Føroya Arbeiðarafelag.
Bæði Dimmalætting og Gunnleivur Dalsgarð skuldseta Føroya Arbeiðarafelag fyri at gera mun á limum felagsins.
Gunnleivur Dalsgarð verður endurgivin fyri at siga, at hann øtast á at Føroya Arbeiðarafelag ikki vil fara inn í málið um útlendingarnar í Skálavík.
Tað er nógv fyri at síggja, at ein fakfelagsformaður leggur onnur fakfelagsfólk undir at svíkja limir sínar, hóast hann óivað veit at hesar skuldsetingar byggja á beinleiðis ósannindi.
Føroya Arbeiðarafelag er altíð til reiðar at veita limum sínum hjálp, og hetta uttan mun til húðarlit og hvar limirnir hoyra heima. Hetta er eisini galdandi fyri útlendingarnar í Skálavík. FA hevur ongantíð bólka fólk soleiðis at útlendingar eru ein bólkur fyri seg, men nevnliga nýtt orku til at ansa eftir at tey fáa tær sømdir, ið tey eiga sum limir.
Gunnleivur Dalsgarð kundi vent sær til felag okkara og fingið at vita støðu okkara, men hetta ynskir hann helst ikki at gera, men hann fer heldur í fjølmiðlarnar at leggja eftir øðrum fakfelagsleiðara, uttan at kanna hvat málið veruliga snýr seg um, og um Dimma skrivar sannleikan.
Eingin ivi skal vera um, at Føroya Arbeiðarafelag eisini framyvir fer at stríðast fyri limir sínar, og hetta uttan mun til hvar hesir limir koma frá.
Hinvegin, so gera slíkar skuldsetingar, sum Gunnleivur Dalsgarð í Dimma-lætting hevur sett fram, at vit bæði skulu stríðast móti arbeiðsgevarasíðuni og álopum frá pørtum av fakfelagsleiðsluni, og hóast Gunnleivur ikki tykist skilja tann skaða, sum hann við hesum ger fyri fakfelagsrørsluna sum heild, so munnu flestu aðrir fakfelagsleiðarar ásanna, at slík framfer eigur at átalast.