Í samband við, at valdømisskipanin er broytt, aftaná eina syndarliga og avskeplaða viðgerð í tinginum, hevur formaðurin í fyrrverandi grundlógarnevndini og stjórnarskipanarnevndini, Jóan Pauli Joensen, dittað sær at vísa á, at samstundis sum valdømisuppskotið er skrumblað ígjøgnum tingið, hevur tingið ikki rørt hond frá síðu viðvíkjandi uppskotinum um nýggja stjórnarskipan. Eitt uppskot, sum ert væl gjøgnumarbeitt og í veruleikanum latið landsstýrinum tvær ferðir, fyrst flaggsdagsálitið í 2004 og síðani “jólaálitið” í 2006.
Hetta fær Kristian Magnussen, formannin í nevndini (§ 25 nevndini), sum hevur fingið uppskotið til endaligu viðgerðar, at koma við nøkrum sera løgnum úttalilsum. Fyrst fekk eg ein lítlan skelk, tá eg hoyrdi hann í útvarpinum á middegi 30. oktober, og síðani fekk eg ein stóran skelk við at lesa viðmerkingar hansara til Jóan Paula Joensen í bløðunum. Eg havi annars hildið Kristian veri ein rættiliga seriøsan politikara, men her skeiðar hann heilt út. Hann leggur eftir formanninum í stjórnarskipanarnevndini fyri at hava gjørt og fullført eitt drúgt og stórt og týdningarmikið arbeiði og fingið løn fyri hetta arbeiði. Tað er heilt einastandandi, at formaðurin fyri tingbólkin hjá leiðandi stjórnarflokkinum kann málbera seg soleiðis. Hann umber seg við, at tað er stór politisk ósemja um stjórnarskipanar uppskotið og sigur, at Javnaðarflokkurin er ímóti tí. Av teirri orsøk hevur hann súltað málið í nevndini. Harafturat heldur hann tað vera torført at fáa tingmenn at møta til nevndarfundar. Tá ið farið er at sumra. Her er nakað heilt galið við hugburðinum.
Veruleikin er tann, at stjórnarskipanarnevndin – áður eisini grundlógarnevndin – hevur gjørt eitt megnar arbeiði við at orða eitt uppskot til tað mest grundleggjandi lóggávuna og skipanina fyri einum føroyskum samfelag. Nakað sum skuldi fingið menn til við stoltleika at taka tað til sín og fáa tað samtykt bæði av Løgtingi og av fólkinum skjótast gjørligt. Nevndin hevur arbeitt dúgliga og seriøst og hevur alla tíðina havt ein politiskan fylgibólk við, soleiðis at orðingarnar kundu rættast inn eftir teim politisku meldingunm. Undan jólum 2006 handar formaðurin fyri arbeiðsbólkinum løgmanni lidna álitið. Sum skilst er stórt sæð semja bæði millum serfrøðingar og politiska fylgibólkin um heilt stóran part av uppskotinum. Løgmaður hevur sostatt skyldu til at handa uppskotið víðari til Løgtingið við møguligum viðmerkingum frá landsstýrinum. Hetta ger hann eisini, men letur óforsvarliga langa tíð ganga, áðrenn tað hendir. Sum skilst hevur uppskotið ikki fingið nakra líkinda viðgerð í landsstýrinum. Tá Løgtingið fær uppskotið verður tað beint í eina § 25 nevnd við umboðum úr øllum flokkum. So vítt eg skilji eru flestu av umboðunum somu persónar, sum heilt ella partvís hava sitið í fylgibólkinum hjá stjórnarskipanarnevndini. Kristian Magnussen verður valdur til formann í tingnevndini. Uppskotið er so væl úr hondum greitt og hevur fingið so gjølliga viðgerð frammanundan, at skjótt skuldi veri at avgreiða í tingnevndini og justera tær lutfallsliga smáu ósemjur, sum hava verið, og sum eru vístar á longu í álitinum.
Men hvat hendir? Nevndin heldur ein formellan fund til val av formanni og síðani ein fund , har stórt sæð einki kemur av skafti. Síðani endar tingsetan og nevndin hvørvir. Ein nýggj tingseta byrjar á ólavssøku 2007, men nevndin verður ikki endurskipað. Nevndarformaðurin vaskar hendur og heldur seg ikki hava nakra ábyrgd. Tingformaðurin, sum eisini hevur eina ábyrgd, ger einki við málið. Tað hevur helst ikki hansara áhuga. Hann er meira áhugaður í at verða afturvaldur til komandi val. Løgmaður sigur seg hava handað tinginum málið, so hann kennir onga ábyrgd.
Staðfestast kann sostatt, at løgmaður fyrst misrøkir sína skyldu við at drála við at lata tinginum málið, síðani misrøkir nevndin, og her fyrst og fremst nevndarformaðurin sína skyldu við ikki at viðgera málið og letur tíðina ganga. Tað ringasta er, at hann m.a. grundgevur misrøktina við, at hann og Javnaðarflokkurin ikki hava áhuga í málinum. Tað líkist maktmisbrúki. Síðani misrøkir løgtingsformaðurin sína skyldu við at hava eftirlit við, at tingnevndin ger sítt arbeiði til lítar, og síðani syrgir fyri, at nevndin verður endurskipað í nýggju tingsetuni. Men hann hevur helst somu grundgevingar sum nevndarformaðurin, nevniliga ongan áhuga í málinum.
Eitt syndarligt dømi um, at verulig týdningarmikil og stór mál verða illa handfarin av politisku skipanini. Eitt mál, sum er grundleggjandi fyri framhaldandi menning av Føroyum sum land og tjóð. Til samanlíkningar hava vit so viðgerðina av valdømisskipanini. Her engagerar tingformaðurin seg so nógv, tí egin áhugamál standa uppá spæl, at hann fyrst leggur uppskotið fram sjálvur, síðani heldur eyga við rættarnevndini sum ein annar vakthundur. Og til síðst kunngerð sín stoltleika yvir at hava klárað at avskepla umboðanardemokratiið í Føroyum.
Tað positiva er, at hóast alt er stjórnarskipanaruppskotið ikki forkomið. Tað liggur klárt til nýggja viðgerð og samtyktar í einum tingið við vónandi betri leiðslu og meira ábyrgdarkendum tingfólki.