Hvat er so kontroversielt við The Da Vinci Code?

-Um filmin og søguna, ið loypir øði í Katólsku Kirkjuna.

Filmurin The Da Vinci Code er gjørdur av tí kenda Ron Howard, ið m.a. gjørdi A Beautiful Mind og Cinderella Man, og manningina aftanfyri hesar goðu filmar. The Da Vinci Code er ein thrillari um størstu lygnina í okkara mentan, ja í okkara søgu.

Søgan byrjar við at professarin Robert Langdon (Tom Hanks) verður biðin um at koma til
Louvre í Paris, har eitt av starvsfólkunum er myrt. Eftir eru nógv ymisk spor og symbol.
Langdon, og kotubrótarin Sophie Neveu (Audrey Tautou), finna so við og við, eina røð av ótrúligum loyndarmálum í verkunum hjá multiflogvitinum Leonardo Da Vinci, ið aftur vísa aftur til eitt loyndarmál, ið hevur verið dult í 2000 ár. Ferðin gongur gjøgnum Paris, London og Skotland, har tey finna spor og royna at bróta kotuna, ið skal geva okkum eina vitan um grundarlagið undir okkara mentan, trúgv og søgu.

Heimsins mest umtalaða bók
Bókin »The Da Vinci Code« eftir Dan Brown er ein bók, ið nógv hevur verið kjakast um. Hetta kjakið hevur ikki snúð seg um bókina sum skaldskap, men um innihaldið, og serliga um samansvørjingarsøguna um Jesus, Mariu Magdalenu og Hin Heilaga Kalikin, ið bókin sigur frá.
Tað eru tvey sløg av fólkum í dag. Tey, ið elska at lesa Dan Brown og serliga hava dyrka The Da Vinci Code, og so øll hini, ið nærum nokta at lesa hesa bókina av ymiskum orsøkum.
Bókin hevur verið nógv viðgjørd og lisin, og eisini hevur verið skriva nógv um hana í føroyskum bløðum. Serliga Pauli Guðjónsson hevur verið frammi við metingum av kjakinum kring hesa bókina. Hann skrivaði eina greinarøð í Dimmalætting um bókina. Í hesi greinarrøðini vísir Pauli lesarinum, hvat er uppá spæl í bókini hjá Dan Brown. At m.a. Bíblian, sum vit kenna hana í dag, varð savnað av rómverska keisaranum, Konstantini hinum Mikla. Vanliga verður hildið, at Konstantin var kristin, men var hetta tó neyvan so, tí á hansara tíð var sóldyrkanin almenna religiónin í Rómararíkinum.
Tríggjar øldir eftir Jesu krossfesting var talið av teim, sum trúðu á hann munandi vaksið. Stríðið um hann var vorðið so umfatandi, at tað stóð til at klúgva Róm í tvey. Konstantin gjørdi av í 325 e.Kr. at sameina Róm undir eina og somu religión: Kristindóminum. Gudjónsson vísir á, at har teir sóltilbiðjandi heidningarnir gjørdust kristnir, vóru teirra heidnu súmbol, merkisdagar og ritualir sett saman við vaksandi kristnu trúnna. Soleiðis skapti Konstantin eina samanrenning innan trúnna. Tað er um leivdirnar av hesi hending, ið The Da Vinci Code snýr seg um. Stórt sæð allir liðirnir í katólsku ritualunum vórðu tiknir beinleiðis frá eldru heidnu religiónunum, so sum bispahúgvan, altarið, lovsongurin, altargangurin, sigur Pauli. Víðari sigur Pauli: "Onki í kristindóminum er upprunaligt: Gudurin Mithras, ið er upprunin til myndina av tí kristna gudinum, varð róptur Guds Sonur og Ljós Veraldarinnar og varð føddur 25. desember, eins og eitt nú Osiris, Adonis og Dionysos".

Deyðahavsrullurnar og átti Jesus børn?
Serliga kent er, at Konstantin skipaði fyri felagskirkjuliga stórmøtinum, Nikæafundurin, har hann fyri at umskriva søgubøkurnar bílegði og fíggjaði eina nýggja Bíbliu. Eina Bíbliu, ið bert tók tey evangelium við, sum pyntaðu uppá myndina av Jesus sum gudalíkan. Hini evangeliini vóru vrakað, bannað, savnað saman og brend. Tó yvirlivdu nøkur evangelii hesa oyðilegging. Serliga Deyðahavsrullurnar, ið vórðu funnar í 1950, goymdar í einari holu nær við Qumran við Deyðahavið. Eisini koptisku skriftirnar. Hesi siga søguna um Hin Heilaga Kalikin, men eisini um Jesusar lív sum vanligur maður á fold. Hetta eru í The Da Vincy Code loyndarmál, ið Vatikanið royndi at dylja í fjórðu øld. Serliga er Maria Magdalena ein oyðileggjandi mátt innan kirkjuna, tí hon livdi saman við Jesusi og tey áttu børn saman. Fyri at verja seg móti hesum, skapti kirkjan eina ímynd av Mariu Magdalenu sum skøkju og reinsaði á henda hátt øll prógv um hennara hjúnaband við Jesus.

Fakta
The Da Vinci Code verður frumframsýnur kring alt Danmark 19 mai 2006, men er forboðin í Føroyum.
Filmurin er leikstjórnaður av kenda Ron Howard, við eru folk sum Tom Hanks, Audrey Tautou, Jean Reno, v.fl.

Keldur:
Nordisk Film. Don Brown: The Da Vinci Code. 2003. Pauli Guðjónsson greinarøð í Dimmu um The Da Vinci Code. 2. januar 2006, 20, 13. desember og 30. november 2005.
Maria Forrestal: The da Vinci Code. Fakta ella fiktión? Dimmalætting 3. februar 2006