Magakanningar hjá Havstovuni síðan 1997 vísa, at føðin hjá toski, hýsu og upsa er rættiliga ymisk. Orsøkin er, at hesi fiskasløg finna sær føðina á ymiskan hátt. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, hevur forvitnisliga grein í nýggjastu útgávuni av Sjóvarmál um hesi viðurskifti.
- Høvuðsføðin hjá toski er fiskur (65%), serliga svartkjaftur (18%) og hvítingsbróðir (12%), meðan nebbasild liggur heilt niðri á 2%. Toskur etur nebbasild á grunnum vatni (grynri enn umleið 130 m), hvítingsbróður nakað djúpari (130-300 m) og svartkjaft í kantinum (300-500 m).
Hann vísir á, at við tað, at lutfalsliga meira er av toski á grunnum vatni, er týdningurin av nebbasild fyri toskastovnin størri enn tey 2%. Haraftrat kemur, at sera lítið hevur verið til av nebbasild eftir 2003. Toskur etur eisini nakað av krabbadýrum á botni. Á grunnum vatni (<150 m) etur toskur nógv ymisk sløg av krabbadýrum, eitt nú rækjur, meðan bert eitt slag av krabbadýri (trøllahummarin Munida) verður etið á djúpari vatni.
- Høvuðsføðin hjá hýsu er ormar (28%). Tey ymisku sløgini av ormum eru torfør at nágreina, og tí eru ormar bólkaðir undir einum. Talan er í mongum førum um ormar, sum liva í hylkjum. Hylkini standa nakrar sentimetrar upp úr botninum, og ormurin breiðir eina viftu av „ørmum“ út í sjógvin, sum hann fangar føði við.
Víst verður á, at onkrir ormar eisini liva niðri í sandinum.
- Hýsa livir, eins og toskur, eisini av at eta krabbadýr á botni (15%). Hesi krabbadýr eru ofta smærri enn tey, sum toskur etur. Haraftrat etur hýsa fitt av slangustjørnum og igulkerum og við hvørt nebbasild og skeljar.
Fiskifrøðingurin vísir á, at meðan toskur og hýsa ofta eta dýr, sum hava tilknýti til botnin, etur upsi dýr, sum eru uppi í sjónum. Heili 85% av føðini hjá upsa er fiskur, harav meginparturin svartkjaftur. Nebbasild er bert 1% av magainnihaldinum hjá upsa.
Víst verður á, at ein orsøk til, at upsi etur meira av svartkjafti og minni av nebbasild enn toskur, er, at upsin heldur seg djúpari enn toskur, har nebbasildin er sjáldsamari og svartkjaftur vanligari enn á grunnum. Upsi etur nakað av krill, ið er tað sama, sum stórhvalur livir av.
Petur Steingrund sigur, at eitt annað, sum er avgerandi fyri magainnihaldið hjá toski, hýsu og upsa, er, hvørjar førleikar fiskurin hevur at eta ávís sløg av dýrum.