Hvat halda genturnar um Dream Boys?

Yngd hitti tvær av kvinnuligu áskoðarunum til strippshowið hjá Dream Boys í Club 20 sunnukvøldið og spurdi tær, hvat tær hildu um tiltakið

Jakobina N. Petersen, Tvøroyri

Hvussu dámar tær eitt slíkt tiltak sum hetta við Dream Boys?

Mær dámar tað sera væl. Nú var eg til tiltakið á Tvøroyri fríggjakvøldið eisini, og eg haldi, at tað var betri tá. Annars haldi eg, at framførslurnar hjá teimum eru nakað stuttar.

Hvussu dámar tær, at man nú eisini fær mannligar stripparar til Føroya?

Eg haldi, at tað er í fínasta lagi. Nú hevur tað so leingi verið kvinnuligir stripparar her á ólavsøku, so tað er upp á tíðina. At teir (Dream Boys) koma her sum bólkur er stuttligari enn bert tann eini stripparin. Eg haldi eisini, at tað riggar best, tá ið teir lata eitt lítið sindur vera eftir til fantasiin.

Hevði tú kunnað tonkt tær, at drongurin hjá tær var strippari?

Um eg búði her heima í Føroyum, so hevði mær ikki dámt tað. Hevði eg búð uttanlanda, so hevði helst ikki havt nakað ímóti tí.


Irena Bech, Tórshavn

Hvussu dámar tær eitt tiltak sum hetta við Dream Boys?

Eg haldi, at hetta er eitt fínt tiltak. Teir duga væl og síggja gott út. Kanska er framførslan nakað stutt.

Hvussu dámar tær, at man nú fær mannligar stripparar til Føroya?

Eg haldi, at tað er gott, at vit konufólk eisini fáa okkurt at hyggja eftir. Mær dámar væl framførsluna hjá teimum. Hon er passaliga frek, uttan at hon tó gerst beinleiðis fúl.

Hvat hevði tú sagt til, at drongurin hjá tær var strippari?

Eg hevði sagt kortanei til hann, ið hvussu so er, um vit búðu í Føroyum. Um vit búðu onkustaðnis uttan fyri Norðurlond, so hevði tað kanska gingið.