Hvat hevði Danmark verið uttan Grønland?

Danmark hevur tjent nógvar pengar upp á Grønland, heldur landsstýrisformaðurin

Sambært einum nýggjum heimildarfilmi vann Danmark ovurstórt ríkidømi við námsvinnu við kryolit í Grønlandi í yvir 100 ár.

Skal Grønland vera óheft frá Danmark, er ein av stóru spurningunum, hvussu heimsins størsta oyggj fer at klára seg uttan fíggjarligan stuðul.

Men spurningurin kundi verið vendur á høvdið sambært grønlendska landsstýrisformanninum Múte B. Egede (IA), tí Danmark hevur havt ágóðan av námsuvinnuni í Grønlandi í áravís. Tað sæst í einum nýggjum dokumentari, sum verður vístur á DR.

- Vit hava altíð vitað, at land okkara er fult av ríkidømi. Ein nýggjur dokumentarfilmur vísir, at Danmark hevur vunnið í minsta lagi 400 milliardir krónur við bert einum námi, kryolitnáminum í Ivittuut.

- Danska síðan hevur mangan ført fram, at Grønland bara er ein útreiðsla, hóast vit hava lagt nógv fyri til teirra vælferð og vælstand. Hvat hevði Danmark verið uttan Grønland, skrivar hann á Facebook.

Nýggi heimildarfilmurin frá DR og Dansk Filminstitut setir spurnartekin við, um Danmark bert hevur havt útreiðslur av Grønlandi, ella um yvirskot hevur verið higartil.

Filmurin er leikstjórnaður av Otto Rosing og Claus Pilehave, og hann snýr seg um námið í Ivittuut, har danskar fyritøkur gróvu kryolit frá 1854 til 1987.

Fólkini handan heimildarfilmin halda, at inntøkurnar frá náminum liggja um 400 milliardir krónur í dagsins pengum.

Kryolit kundi brúkast til at framleiða aluminium, sum millum annað varð brúkt til framleiðslu av amerikanskum hernaðarflogførum, sum fóru á flog undir seinna heimsbardaga.

Tá Danmark varð hersett av Týsklandi í 1940, sendi USA 600 hermenn til Ivittuut at verja námið og tryggja flutningin av týðandi kryolitinum.

Fleiri feløg hava havt rættindi námsvinnu gjøgnum árini.

Frá 1940 gjørdist danski staturin medeigari. Inntil tá hevði landið vunnið ágóðan av teimum avgjøldum, sum feløgini rindaðu fyri loyvi at reka námsvinnu og selja kryolit.

Sambært professaranum í búskaparfrøði á Århus Universitet og formanninum í Grønlendska búskaparráðnum, Torben M. Andersen, var talan um "eina sera góða avtalu".

- Tekur tú umsetningin og ekstrapolerar hann til dagsins virðini, so kemur hann upp á umleið 400 milliardir krónur. Men tú mást minnast til, at talan er um eina upphædd yvir nógv ár, og tað sigur einki um vinningin, sigur hann við DR News.

Torben M. Andersen leggur dent á, at munandi óvissa er um talið. Hetta tí, at gamlir pengar kunnu umroknast til dagsins virðini á ymsan hátt.

Sambært fíggjarmálaráðharranum Nicolai Wammen hevur Fíggjarmálaráðið ikki mett um tølini, sum eru við í dokumentarfilminum.

– Danmark og Grønland hava í 2023 avtalað at gera eina søguliga gjøgnumgongd av sambandinum millum Grønland og Danmark. Tað verður ein natúrligur karmur um eisini at avdúka tey mál, sum dokumentarfilmurin rekur upp, skrivar hann til DR.

Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar av virðing fyri, at val verður í Grønlandi 11. mars.

Filmurin sæst á DR og verður eisini vístur á KNR í Grønlandi í dag.

/Ritzau/