TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprát við formannin í NSÍ, Sonna L. Petersen, sum saman við hundraðtals fólkum í Runavíkar kommunu fer at taka við NSÍ í kvøld, tá NSÍ spælir steypafinalu ímóti Víkingi á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45.
Formaðurin í NSÍ fegnast um, at felagið hevur fleiri lið í steypafinalum hetta vikuskiftið, og hann er vónríkur um, at NSÍ kann fáa tað fyrsta steypið heim síðani 2007.
Vit bóðu eisini Sonna L. Petersen tippa úrslitið í kvøld.