Hvessingur, Drekin og Argjabáturin ikki til at taka

Kappróður: Spenningurin tykist longu vera fokin um, hvør fer at vinna FM hjá dreingjum, monnum umborð á 6-mannaførunum og umborð á 8-mannaførunum

Hóast bara tveir av seks FM kappróðrum eru fingnir frá hondini, so bendir nógv á, at tríggir bátar skara so mikið nógv fram úr, at illa ber til at ímynda sær, at teir verða hóttir.

Drekin, mannaður við dreingjum, Hvessingur, mannaður við monnum, og áttamannafarið hjá argjamonnum eru so mikið sannførandi, at tað skulu stórar broytingar til, um teir skulu hóttast.

Og tá so bátarnir, sum kappast um tey næstu plássini, eru meiri javnt góðir og so at siga taka stig frá hvørjum øðrum, so hevur tað við sær, at kappingin um FM gerst uppaftur minni.


Drekin fleiri

bátslongdir fremstur

Dreingirnir umborð á Drekanum lótu ongan iva vera um, hvør eigur bestu manningina. Tá teir komu á mál, vóru teir meiri enn tvær bátslongdir undan grannunum av Argjum.

Hin báturin hjá Havnar Róðrarfelag, Sílið, var klárt frammanfyri Svan av Skála, sum á norðoyastevnu var nummar tvey.

Við øðrum orðum kunnu vit siga, at øll trý heiðursmerkjaplássini hesa ferð fóru til bátar úr Suðurstreymi, og vit kunnu eisini staðfesta, at um høvuðsstaðarungdómar og tey, sum eru komin aðra staðni frá hagar at læra og arbeiða, ikki vóru so íðin í kappróðri, so var sera tunnligt í yngsta mannfólkabólkinum.

Skáladreingir fylgdu væl við eina góða løtu, men tá málið var gott og væl hálvt rógvið, dragnaðu teir, so bæði Blikur og Sílið fóru framum.


Hvessingur einaráðandi

Eins sannførandi, sum Drekin er við dreingjamanning, so er Hvessingur mannaður við monnum.

Fyrstu løtuna sá út til, at Gongurólvur, sum var næstbestur í Klaksvík, skuldi vera við í kappingini um fremsta plássið, men soleiðis skuldi tað als ikki vera.

Gongurólvur dragnaði frá Hvessingi, sum gjørdist púra leysur. Í staðin var stór kapping um næstfremsta plássið, og har gjørdist Gongurólvur stóri taparin. Teir báðir bátarnir av Skálafjørðinum, Sølmundur av eystara armi og Strálan av vestara armi, blandaðu seg uppí, og tað eydnaðist bátunum úr hesum økinum, sum áður hevur átt so stoltar kappróðrartraditiónir, at enda á heiðursmerkjaplássunum.

Kollfirðingur var triðji bestur á norðoyastevnu, men í heimasjógvi endaði hann aftastur. Vit hava frætt, at onkrir teirra, sum róðu við á norðoyastevnu, vóru umborð á tíggjumannafarinum í Kollafirði, og tað svíður, tá tað fer burtur av betra endanum.


Argjamenn knáir

Á norðoyastevnu var onganstaðni so javnt, sum tað var millum áttamannaførini. Fýra bátar - Argjabáturin, Knørrur, Fríggjarin og Gullbrandur - fóru mest sum javnir um málið, og tí var spenninurin stórur í Kollafirði.

Men tað var rættiliga skjótt, at argjamenn punkteraðu spenningsbalónina. Víkarbáturin gjørdi eitt sprell, men so legði Argjabáturin seg á odda, og har var hann alla tíðina. Á málinum var hann leysur av hinum bátunum.

Ørvur stóð seg sera illa á norðoyastevnu, men hesa ferð bar betri til. Teir vunnu í harðari kapping við Gullbrandin næstfremsta plássið, meðan Fríggjarin, sum var so spelkin á norðoyastevnu, kom aftastur á mál.


Nýggjur vinnari

Eftir norðoyastevnu søgdu vit, at kvinnurnar umborð á Gongurólvi, sum vann ta ferðina, vóru tær somu, sum mannaðu bátin í fjør. Tað er ósatt, tí eingin teirra róði við bátinum í fjør.

Hesa ferð vóru teir somu bátarnir á heiðursmerkjaplássunum, sum tað vóru á norðoyastevnu, men raðfylgjan var broytt.

Lómur av Argjum leyp avstað, men hann var rættiliga skjótt settur uppá pláss, og so kappaðust Hvessingur, Jarnbardur og Gongurólvur um fremsta plássið. Seinna partin av túsund metra teininum var tað heilt tætt teirra millum, og á málinum var Jarnbardur hin fremsti, eina hálva bátslongd undan Hvessingi, sum aftur var eina lítla bátslongd undan Gongurólvi.

jh