Henda fagra páskamorgun, hvar landið var klætt í sítt fagrasta lín og sólin skein bæði oman og niðan, og so at vita, at hetta kortini ikki var okkara egna land, tað eru aðrir, ið her ráða, tað líkasum tók broddin av páskagleðini. Hugstoyttur og vónbrotin av at vita, at føroyingar enn eru so undirbrotligir, at teir ikki tora at taka ábyrgd av egnum landi, fór eg inn aftur til mín sjálvs.
Hesir tankar renna ofta fram fyri meg, hví tora vit ikki, hví vilja vit ikki verða harrar í egnum landi, hvat eru grundirnar til tess?
Tað verður ofta ført fram, at vit ongan møguleika hava at lívbjarga okkum sjálvum, vit eru ov fáment, hvør skal gjalda og so framvegis. Hetta sama jabbi umaftur og umaftur tekur ongan enda - sum Hitler segði einaferð, at sigur tú eina lygn nóg ofta, so trýr fólk henni til endans. Og hesi orð Hitlers eru uttan iva so sonn, sum tey eru søgd.
Um ein ikki trýr á tað, ein fer í holt við, so ber illani til at fáa nakað sum helst at bera til. Vit, sum tilkomin eru, kenna hetta aftur frá okkum sjálvum, tað var ikki lætt at fara frá mammu og pápa og seta fót undir egið borð, at fara frá øllum tí tryggleika, ið har var. Tað var møtumikið, men tað gekk kortini, og soleiðis er við so nógvum, um trygvin og kærleikin til tað, ein fer í holt við ikki er til staðar, so sær alt svart út.
Hvussu var ikki, tá ið Móses og hansara fólk stóðu við Reyðahavið og skoðaðu inn í tað lovaða landið, og egyptalands herur var í hølunum á teimum, tá fullu tey allarflestu í fátt. Tey tóku at deila Móses, tí hann hevði komið teimum í óføri. Men Móses var fastur í trúnni og trúði. Hetta kann uttan iva minna okkum á, at trúgv kann flyta fjøll.
Høvdu vit havt fleiri av Mósesa slag í Føroyum, so hevði borið væl til.
Á summarmála.
Niklái Petersen,
valevni Tjóðveldisfloksins
í Norðurstreymi