Jóhann Mortensen skrivar
Nú roynt verður at bjarga frílendið við Sandá frá einum stórum og óneyðugum inntrivi, kemur ymiskt avdúkandi undan kavi.
Tá Óli Jákup Múller saman við familju stykkjaði út ta stóru trøðna, sum var løgd inn av festinum, var talan um eina heild.
Heildin fevndi um eina útstykking við breiðum vegum, gongubreytum, gøtum og tveimum fríøkjum. Alt varð tinglisiðsum einheild tann 2. oktober 1975.
Annað fríøkið stingur seg sum ein geiri niðan millum býlingarnar. Har er spælipláss, runnar og trø. Hitt fríøkið liggur oman ímóti Sandá.
Tá O.J. Múller bjóðar útstykkingina til sølu saman við tveimum advokatum, Mogens Birch og Dánjali Magnussen, skriva teir í lýsingini:
“Stykkið millum býlingin 1 og 2 verður lagt út til frítt øki, og má ikki byggjast á, og tað sama er galdandi fyri øki, oman móti Sandá”
Tú las rætt. Byggjast skuldi ikki á tí vakra lyngklædda fríøkinum við fleiri tignarligum mosaklæddum klettum oman ímóti Sandá.
Hetta var viljin og lyftið hjá útstykkjarunum, og við hesum fyritreytum ognaðu 75 familjur sær eitt grundøki.
Men hvat hendi? Jú, ein evarska lítil meiriluti samtykti at broyta byggisamtyktina, so ein kirkja kann byggjast í fríøkinum - 1350 metrar til gongu frá Vesturkirkjuni.
Ein minniluti virdi afturímóti hoyringsvarið hjá 245 fólkum, og atkvøddi ímóti at broyta byggisamtyktina fyri økið, sum kommunan hevði fingið sum gávu.
Múller-familjan lat Tórahavnar Uttanbýggja kommununi økið oman móti Sandá ókeypis.
##med2##
Í § 12 verður sagt: “Øki til… frítt øki...verða beinanvegin, sum byggingin er lokin, at leggja út sum almenn ogn uttan endurgjald av nøkrum slag.”
Einasta treytin var, at kommunan skuldi halda økið í standi, tí í § 12 verður eisini sagt: “Bygdaráðið og útstykkjarnir eru samdir um, at kommunan átekur sær altviðlíkahald.”
Sjálvt eina gávu, sum var tinglisin sum eitt fríøki, legði ein meiriluti í býráðnum sektin á!
Í tinglisna skjalinum um útstykkingina, stendur í § 5: “3. Tað, sum eftir er av samlaða økinum, sum nevnt undir § I, verður lagt av til fríøki.”
Í § I stendur: “Hesar byggireglur fevna um tann partin av Argja bygd, sum liggur millum Argjavegin fyri eystan, Sandáfyrinorðan, Traðargøtu fyri vestan og bøgarðin fyri sunnan.”
Tað, sum “eftir er av samlaða økinum” er frílendið oman móti Sandá við ásetingini “má ikki byggjast á”.
Nú stendur býráðið á gáttini at lata gávugóðsið fara fyri skeytið og ganga ímóti viljanum hjá gevarunum!
Áhugabólkurin hevur fingið greiðar ábendingar um, at ein meiriluti hevði ikki verið fyri at broyta byggisamtyktina í dag.
Tí loyvi eg mær at siga: er nakar áhugi í býráðnum fyri at verja hetta fríøkið, og er nakar stirðil í tykkum, so skjótið upp at broyta byggisamtyktina aftur til fríøki, tí “náttúruna eiga vit bara einaferð”.
Tað hevði sømt seg og verið tignarligt at virt ta gávu, sum kommunan fekk ókeypis.
Í NiðaruSoylugørðum 29. mars 2022
##med3##