Hvirlur meiddu viðarlundirnar

Viðarlundin í Trongisvági fór ringast av ódnini herfyri, og hendan viðarlundin er framvegis stongd

Jólaódnin í 1988 fór illa við øllum viðarlundunum í landinum, og ódnin 24. november í ár feldi somuleiðis fleiri trø í viðarlundunum kring landið.
- Ódnum vildu vit fegin verið fyri uttan, men hesa ferð vóru vit hóast alt heppin. Meðan jólaódnin sópaði trøini við sær, vóru tað hesa ferð hvirlur, sum gjørdu skaða í viðarlundunum, sigur Tróndur Leivsson, landsskógarvørður.
Hann hevur síðan ódnina verið runt og skoða tær flestu viðarlundirnar.
Í viðarlundunum í Leirvík, í Hvalvík, á Selatrað, í Kunoy og í Grøv í Klaksvík fóru bara nøkur trø, og hann hevur frætt, at viðarlundin í Mikladali slapp væl.
Men viðarlundin í Gundadali, lundin við studentaskúlan í Hoydølum og tann á Debesartrøð fóru rættiliga illa.
Men harðastu hvirlurnar vóru í Suðuroynni, har hús fingu stóran skaða, og seyðhús fóru í spønir.
Viðarlundin við sjúkrahúsið á Tvøroyri fekk ikki nevniverdan skaða.

Ringast í Trongisvági
Men harðast rakta viðarlundin var hon í Trongisvági, har yvir 100 trø brotnaðu.
- Tað er stórt spell, og skaðarnir hava við sær, at ikki ber til at hava nakað hald í viðarluundini upp undir jól, sum vanligt hevur verið, sigur Tróndur Leivsson.
Torført er at sleppa framat at rudda brotnaðu trøini burtur, og tí er henda viðarlundin sum tann einasta í landinum framvegis stongd.
- Tað rætta hevðði verið at gagnnýtt viðin í brotnaðu trøunum til okkurt serligt høvi, men eg veit ikki um nakra slíka verkætlan í Suðuroynn nú. Taðå krevur eisini eina eyka játtan bæði til arbeiðsorku og tól, sigur Tróndur Leivsson.
Viðarlundirnar í Gundadali í Havn og tann við studentaskúlan í Hoydølum fóru so illa, at beint eftir ódnina varð mælt frá at fara inn í tær.
Viðarlundin í Gundadali varð ruddað soleiðis at Lions Club fekk havt sítt hald seinasta vikuskifti, og nú ber til at fara í báðar viðarlundirnar.
- Men fólk mugu halda seg á gøtunum, tí tað eru framvegis trø, sum kunnu koppa, sigur Tróndur Leivsson.
Hann sigur, at flestu brotnaðu trøini eru gomul.
- Tey gomlu trøini standa ikki so fast í rótini, og øll eru ikki líka væl egnað til okkara veðurlag. Trøini, sum vit hava antað seinastu 20-30 árini eru nógv betur egnað til okkara veðurlag, sigur Tróndur Leivsson.