Tað var sum vera man stórur áhugi fyri at síggja playoff-dystirnar ímillum Danmark og Svøríki, sum í norðurlendskari uppgerð dystaðust um at sleppa til EM-endaspælið. Atgongumerkini til leikvøllin vórðu seld næstan alt fyri eitt, og so mátti restin av teimum áhugaðu hyggja at dystinum í sjónvarpinum.
Og tey vóru nógv, sum hugdu í sjónvarpinum. Á svensku Kanal 5 vóru 1.615.000 hyggjarar til fyrra dystin í Friends Arena í Stokkhólmi, og var hetta tað hægsta hyggjaratalið í trý ár. Til seinna playoff-dystin í Telia Parken í Keypmannahavn skuldi tað tó vísa seg, at tað heilt stóra metið varð sett.
Discovery Network Sweden skrivar í tíðindaskrivi, at somikið nógv hugdu at tí dystinum, at hyggjaratølini settu met. Í miðal hugdu 1.945.000 at dystinum á Kanal 5, og tekur hetta gamla metið frá 2009, tá ið 1.805.000 fylgdu við playoff-dystinum ímillum júst Svøríki og Danmark.
Emir Osmanbegovic, sum er ítróttarredaktørur hjá Discovery Network Sweden, fegnast bæði um hyggjaratølini og ikki minst at Svøríki slapp víðari. Hann avdúkar eisini, at hyggjaratalið nakrar løtur í seinna hálvleiki rakk heilt upp á 2.200.000 hyggjarar.