Í dag er aðalorðaskifti um sjófeingislógina

Tað er bara eitt mál á skránni til tingfundin í dag klokkan 13

Tað er aðalorðaskifti um frágreiðing um løgtingslóg um sjófeingi.

Talan er um frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fyrisiting av sjófeingi.

Tað er Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sum hevur lagt málið fyri tingið – so sum landsstýrismðaurin í fiskivinnumálum skal gera á hvørjum ári fyri 20. februar.

Frágreiðingin viðger gongdina og støðuna í fiskivinnuni og væntanir til framtíðarútlit.

Landsstýrismaðurin segði, tá hann legði málið fyri tingið, soleiðis:

»Løgtingslógin um sjófeingi kom í gildi 1. januar 2020. Summar skipanir fingu tó ikki virknað fyrr enn 1. januar 2022.

Greitt verður frá teimum mest týðandi økjunum í løgtingslóg um sjófeingi í tíðarskeiðinum fyri 1. februar 2024, og hvat er sett í verk í hesum tíðarskeiði.

Hagtøl um fiskiveiði hjá føroyskum fiskiførum í føroyskum sjógvi og á øðrum leiðum uttan fyri føroyskan sjógv fyri 2021, 2022 og 2023 verða løgd fram, eins og avreiðingarvirðið av veiðuni í føroyskum sjógvi.

Ávísar nøgdir av svartkjafti, norðhavssild og makreli eru settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir. Lýst verður, hvørjar kvotur eru tillutaðar til vinnuligar royndir og verkætlanir á landi, til ítøkiligt skipakeyp og sum ískoytiskvotur til fiskifør.

Føroyar hava, umframt livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi, rættindi at veiða uttan fyri føroyskan sjógv. Hesi veiðirættindi til føroysk fiskifør í 2023 og 2024 eru lýst.

Ein støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit verður løgd fram. Fiskiveiðieftirlitið hevur, sambært §53 í løgtingslóg um sjófeingi, eftirlit við, at reglurnar í lógini, og kunngerðir við heimild í lógini, verða hildnar.

Havstovan hevur gjørt eina støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum. Hesir eru: toskur, hýsa, upsi, longa og gulllaksur í føroyskum sjógvi eins og av ferðandi uppsjóvarstovnunum:

makrelur, svartkjaftur og norðhavssild.

Frágreiðingin leggur fram fyri Løgtingið støðuna í fyrisiting av sjófeingi.

Yvirskipaða endamálið við sjófeingislógini er at hava eina dagførda lóg, sum setir greiðar lógarkarmar fyri, hvussu høvuðsvinna og høvuðstilfeingi okkara verður skipað og umsitið.

Livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi, og tey rættindi, sum Føroyar við samráðingum hava rokkið ella eftir altjóða rætti eiga uttan fyri føroyskan sjógv, eru ogn Føroya fólks. Dentur er lagdur á at varðveita sjófeingið, lógin fevnir um, og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt, lívfrøðiliga og búskaparliga, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni.

Átøk, ið eg havi í hyggju at fremja komandi tíðina, verða lýst í frágreiðingini.

Tað er mín vón, at orðaskiftið í Løgtinginum fer at viðgera fyrisiting av sjófeingi, og tann stóra týdning fiskivinna hevur, landi og fólki at gagni.«