Í Danmark verður dagurin vanliga hildin við, at politikarar ferðast kring landið at halda røðu. Í Føroyum er eisini grundlógardagur, sum tó ikki verður hildin við serligum tiltøkum.
– 5. juni í 1849 fekk Danmark sína fyrstu demokratisku grundlóg.
– Danmark fekk nýggja grundlóg 5. juni í 1915.
– Galdandi grundlógin er frá 5. juni 1953.
Grundlógin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Í dag eru samstundis 107 ár síðani, at grundlógin fyri fyrstu ferð varð broytt. Endamálið tá var at geva kvinnum valrætt.
Fyrsta grundlógin varð samtykt 5. juni í 1849. 5. juni í 1915 varð onnur grundlógin samtykt, og 5. juni í 1953 varð grundlógin á triðja sinni broytt.
Við broytingini 5. juni í 1915 fingu kvinnurnar valrætt.
Fyrsta grundlógin er frá 5. juni í 1849, og báðar broytingarnar, sum eru gjørdar í grundlógini, eru samtyktar 5. juni, sum tí hevur verið grundlógardagur tríggjar ferðir. Við 111 atkøvðum fyri og einari ímóti samtykti Fólkatingið at geva kvinnum valrætt 5. juni í 1915. Seinni hendan dagin skrivaði Kristian 10. kongur undir nýggju grundlógina.
Í 1953 hendi tann broyting í grundlógini, at kvinnulig arvafylgja varð samtykt fyri danska monarkiið. Hetta til tess at Margreta drotning skuldi kunna taka við trúnuni eftir pápa sín. Tað kundi hon ikki sambært gomlu grundlógini.
Tá var tveykamarsskipanini eisini avtikin – við fólkatingi og landstingi. Landstingið varð niðurlagt. Fyri broytingina hevði Føroyar eitt fólkatingsumboð og eitt landstingsumboð, sum løgtingið valdi. Síðani 1953 hava Føroyar valt tvey fólkatingsumboð í staðin. Grønland gjørdist samstundis javnsettur partur av kongaríkinum.
Fríðrikur 9. kongur skrivaði undir grundlógina frá 1953, eftir at hon varð samtykt við fólkaatkvøðu.
Tað tók 96 ár hjá Danmark at fáa sína fyrstu kvinnu sum forsætisráðharra, Helle Thorning-Schmidt í 2011. Í so máta vóru føroyingar frægari. Tí undir somu grundlóg tók tað Føroyum 78 ár at fáa okkara fyrsta kvinnuliga løgmann, Maritu Petersen í 1993.