Í dag gav Amnesty International út frágreiðing um Palestina

Nýggj frágreiðing: “Erasing anything Palestinian: Israel’s ethnic cleansing of West Bank Bedouin and herding communities”

Í bygdini Khirbet Zanuta á Vestara áarbakka hava 250 menniskju, palestinskir beduinir, livað og virkað í mong ættarlið. Bygdin er teirra heim og jørðin teirra livigrundarlag. Men soleiðis skuldi ikki vera longi afturat. Í 2021 staðsettu ísraelskir búsetar ólógliga framvakt skamt úr bygdini, og tá byrjaðu álopini. Búsetarnir píndu, plágaðu og hóttu bygdafólki, forðaðu teimum at koma fram at beiti og landbúnaðarøki teirra. Hetta var áhaldandi, og alt bygdafólkið varð tí tvungið at flýggja eftir at harðskapurin gjørdist ógvusligari og títtari. Í dag er Zanuta ikki longur til; bygdin er fullkomiliga oyðin og avfólkað.

 

Hetta er ikki eitt eindømi. Nýggja frágreiðingin “Erasing anything Palestinian: Israel’s ethnic cleansing of West Bank Bedouin and herding communities” vísir á, at ísraelskir myndugleikar fremja eina statstuðlaða ætlan av etniskari útreinskan av palestinum í sokallaða Økið C á Vestara áarbakka. Myndugleikarnir fremja brot móti mannaættini við tvingsilsflytingum.

 

Øki C er 60% av hertikna Vestara áarbakka, og hevur longi verið avgerandi í ísraelsku royndini at leggja økið inn undir seg, orsaka av ríkum náttúru og landbúnaðartilfeingi.

 

Tigandi ella opinskáraði stuðulin hjá altjóða samfelagnum til ísraelsku brotsverkini, herundir apartheid og fólkamorð, birtir áræði hjá ísraelskum myndugleikum til at tvingsilsflyta palestinar og víðka um annekteringina á Vestara áarbakka.

 

Tilvitað politisk týningarætlan

 

Kanningarnar hjá Amnesty International skjalprógva, at palestinar við valdi verða strikaði av ættarlandi sínum, avskorin frá gerandisdegnum og rædd til at flýggja frá húsi og heimi.

 

Prógvað verður, at talan er ikki bert um nakrar fáar víðgongdar búsetar og politikarar, ið fremja og stuðla undir hesi brotsverk. Búsetara harðskapur er kjarnin í eini tilvitaðari og stats-fyriskipaðari etniskari útreinskan, ið er megintáttur í írsaelsku apartheitskipanini.

 

Í stuttum vísir frágreiðingin á:

 

  • ógvusliga øking í títtleika og støði av annekteringum undir núsitandi stjórn
  • etniska útreinskanin er stats-fyriskipað og stuðla, ikki rikin av víðgongdum búsetarum ella einstøkum politikarum
  • fleirfaldað øking í statsstuðlaðum búsetaraharðskapi, yvirgangi og túsundatals av tvingsilsfluttum palestinum fyri at annektera økir
  • samfeløg eru í stórum vanda fyri at verða burturrikin og mugu verjast betri
  • lond mugu steðga handli, samstarvi og íløgum ið stuðla ólógligari annektering, apartheid og etniskari útreinskan, umframt seta revsitiltøk í verk móti mynduleikafólki

 

 

 

Stjórnin stuðlar týningini

 

Síðan hersetingina í 1967 hevur ein ísraelsk stjórn fyri og onnur eftir, tó í ymsari styrki og gjøgnumskygni, arbeitt við at økja um jødiska tamarhaldið og minka palestinsku hjáveruna í Vestara áarbakka. Núverandi stjórn, ið varð skipað í 2022, hevur tilvitað og opið annekterað Øki C og framt tvingsilsflytingar av palestinensisku íbúgvunum í økinum.

 

Samgonguavtalan millum teir trýggjar flokkarnar í ísraelsku samgonguni ger raðfestingarnar hjá búsetarunum til landspolitikk. Eisini heimilar samgongan búsetaraímyndini um “Stóra Ísrael”, ið fatar hertikna palestinensiska økið sum part av Ísrael. Hetta er beint móti mongum ST samtyktum, umframt ráðgevandi niðurstøðuni frá altjóðadómstólinum í 2024, ið staðfesti, at ísraelska hersetingin av palestinensiska økinum er ólóglig. Hetta er eisini staðfest í ísraelska hægstarætti, bæði í juli 2024 og február 2025, tá úrskurðurin varð, at mynduleikar skulu stuðla og hjálpa íbúgvunum at koma heim aftur og verja tey móti harðskapi frá ísraelskum búsetum. Hetta verður tó als ikki fylgt, harðskapurin heldur á fram, bæði á fólk og undirstøðukervið.

 

 

 

Altjóða samfelagið má rakna við

 

“Uttan at verða hildin til ábyrgdar, fara palestinensisk samfeløg á Vestara áarbakka at hvørva. Altjóða samfelagið kann ikki skúgva øgiligu og ófatiligu lýðingina, ið palestinensar eru fyri, til viks. Statir mugu gera alt fyri at steðga ísraelsku etnisku reinskanini og annekteringini av Øki C á Vestara áarbakka. Tey skulu leggja trýst á ísraelskar myndugleikar umgangandi at avtaka ísraelskar búsetingar og loyva øllum tvingsilsfluttum palestinum heim aftur.”

 

Soleiðis sigur altjóða aðalskrivarin í Amnesty International, Agnes Callamard. Amnesty heitir á ikki bert at finnast at framferðini hjá ísraelskum myndugleikum, men alt fyri eitt at steðga og banna øllum handli, íløgum og samstarvi annars, ið veitir Ísrael møguleika og áræði til at halda á fram við tvingsilsflytingum av palestinum, apartheidskipanini og fólkamorðinum.

 

Najiyyah Bisharat, ið er úr Makhoul hirðasamfelagnum, ið eisini er undir álopi av ísraelskum búsetum, sigur soleiðis:

 

“Vit verða áhaldandi og harðliga plágað av búsetunum, men vit geva ikki upp. Hetta snýr seg um alskin til okkara land og okkara arbeiði. Landið er okkara samleiki, og verða vit tvungin av tí, doyggja vit. Neyvt sum fiskur, verður hann tikin úr sjónum.”

 

Frágreiðingin varð løgd fram á tíðindafundi í dag, og kann lesast í fullum líki her.