Í dag er Uros á toppinum

Víkingur hevur ikki tapt ímóti fuglfirðingum síðani á sumri í 2020

Tað er grannauppgerð í Fuglafirði í dag. ÍF hevur í Fløtugerði vitjan av Víkingi. Meðan víkingarnir hava verið flúgvandi higartil og eftir trý umfør hava vunnið fulla úrtøku, so bíða fuglfirðingar eftir at vinna fyrsta stigið og at skjóta fyrsta málið.

 

Hjá ÍF hevur tað verið stórur bági, at teir, ið eru ætlaðir at røkja fremstu ódnirnar, ikki hava verið tøkur. Annar teirra er Uros Stojanov. Tá ið ÍF í fyrsta umfari tapti 6-0 í Klaksvík, var Uros á vøllinum í ein tíma, áðrenn hann fór skaddur av vøllinum. Síðani hevur hann ikki verið aftur á liðnum.

 

Hin er Jhon Mena, sum í fjør var fremsti maður. Hann hevur ikki enn verið á liðnum í ár, tí loyvini eru ikki komin upp á pláss.

 

Umframt Uros Stojanov er miðvallarin Ruben Møller-Nielsen nýggjur á liðnum, eftir at hann ikki var við í 4-0 tapinum í Gundadali ímóti HB. Petur Meinhard Lundsbjerg og Kaspar Sommersedt eru farnir út á beinkin.

 

Tølini siga, at víkingur mest sum hvørja ferð endar omaná, tá ið talan er um grannauppgerð millum feløgini báðum megin Varmakeldueið. Onkra ferðina hevur ÍF mist í síðstu løtu, tá ið tað hevur verið dystast í Fløtugerði. ÍF hevur ikki vunnið grannadyst síðani 17. juni í 2020, tá ið fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði við 2-1 sigri. Í 20 teimum seinastu grannadystunum hevur ÍF vunnið eina, tvær ferðir er tað endað javnt, og Víkingur hevur vunnið 17 ferðir.

 

Hjá Víkingi er ein broyting á liðnum sammett við 2. páskadag, tá ið Víkingur á heimavølli vann 2-0 ímóti B68. Miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard er ikki á listanum í dag. Nýggjur millum teir fyrstu ellivu er Árni Nóa Atlason.   

 

ÍF – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00.