Í dag verður innrás í Gøtu

Roknast kann við eini sannari innrás av tjaldarum í Norðragötu í dag.

Roknast kann við eini sannari innrás av tjaldarum í Norðragötu í dag.

 

Tað er nevniliga klokkan 18 í dag, at tjaldingarplássið á G! Festivalinum letur upp.  

 

Frá royndum undanfarnu árini, er væntandi, at fólk fara at savnast uttanfyri tjaldingarplássið longu seinnapartin. og so títt og knapt, latið upp, standa helst yvir 1.000 tjaldarar longu klárir at leypa á portrið í eini kapprenning um tey bestu plássini.

 

Myndin er frá seinasta ári tá nýggja tjaldingarökið í Norðragötu varð roynt fyrstu ferð, og tað er sama tjaldingarpláss aftur í ár.