Í dag verður Tórsfest

Lukas Graham, Carpark North og onnur spæla í Havn í kvøld

Í kvøld verður árliga konsertin upp undir ólavsøku. Hon plagdi at verða nevnd Ólavsøkukonsertin, men nú eitur hon Tórsfest.

 

Tórsfest verður í Vágsbotni og brúkar sama øki, sum Voxbotn brúkti í ár. Tveir pallar vera. Ein verður á Torginum í Vágsbotni, hin verður nakað uppi í Tórsgøtu.

 

Klokkan 16 í dag verður byrjað við barnaundirhaldi við Angelu & Hannibal og Trølla Pæturi.

 

Klokkan 18 verður fyrsta konsertin. Tá spælir bólkurin Telemama. Síðani ber til at uppliva Lukas Graham, Carpark North, The Ones, Gilli, Árna og Julian, Whigfield, Dynamit og Tingnest.

 

Seinasta konsertin í nátt byrjar klokkan 02.