Men sjáldan hava vit hoyrt so greiðar tónar frá einum donskum ríkisleiðara, um at føroyingar og grønlendingar sjálvur skulu ráða í egnum landi.
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, segði í setanarrøðuni í Fólkatinginum, at vit skulu venja okkum við ein nýggjan ríkisfelagsskap, ein felagsskap, har Danmark ikki ræður yvir hinum londunum, ein felagsskap, har tað eru trý lond, trý fólk, tríggjar tjóðir og trý mál.
Vit skulu ikki so nógv ár aftur, tá kjakast var um, hvørt Føroyar var ein tjóð ella ein landslutur. Men tað tykiskt, sum um dansir politikarar eru komnir forbí hatta.
Hon gjørdi greitt, at danir skulu venja seg við, at kjakið verður meira treyst millum partarnar, soleiðis sum tað eisini er nakað, sum danir skulu venja seg við, tí ríkisfelagsskapurin fer í framtíðina at minna meira um onnur politisk sambond.
Hon tosaði »um tann nýggja veruleikan«, har pláss skal vera til ymiskleikan, tí talan er um trý lond.
So kunnu vit spyrja, hvat hon vil við hesum. Tú hoyrir ongantíð danskar politikarar tosa um at upploysa ríkisfelagsskapin. Men í Føroyum og í Grønlandi eru ynski um meira sjálvstýri, og tí er spurningurin, um danska stjórnin hevði verið sinna at broytt ríkisfelagsskapin til ein felagsskap millum sjálvstøðug lond ella millum frælsar tjóðir. Tað ber í øllum førum ikki til hjá dønum at halda fast um nakað, sum vilji hvørki er til í Føroyum ella í Grønlandi. Spurnigurin er so, um tað ber til at gera okkurt slag av felagsskapi, har londini kortini eru sjálvstøðug. Tað flytir so politikkin burtur frá naggatódnini um loysing og um at kvetta – og tað fær kanska politisku flokkarnar at nærkast um eina felagsstøðu, sum hevði gangað Føroyum og helst eisini øllum ríkinum.
Í einum Evropa, sum trekkir seg alsamt meira saman í Nato og í ES – og við stóru hóttanunum úr Russlandi og Kina, so verður tann spurningurin helst eisini aktuellur í Føroyum um ikki so drúgva tíð, um vit eisini skulu knýta okkum tættari at ES, annaðhvørt við limaskapi ella atlimaskapi. Í mannaminni hevur verið tosað um betri marknaðaratgtongd, uttan nevnivert úrslit.
Kanska »loysnin« upp á ríkisrættarligu støðuna kemur úr Danmark...