Hetta vikuskiftið er úttøkukapping til EM kappsvimjingina fyri seniorar, sum verður í Herning vikuskiftið 12. til 15. desember. Í fyrstu atløgu snýr tað seg um at megna kravtíðirnar, og so er tað upp til Svimjisambandið at taka støðu til, hvørjir svimjarar skulu meldast til kappingina.
Tað er longu greitt, at Pál Joensen, Astrið Foldarskarð og Birita Debes fara at luttaka í EM, ti tey hava megnað kravtíðirnar.
Í gjár svumu tríggir undir kravtíðina í 400 metra frísvimjing. Kravtíðin er 4.02.18, og í gjár megnaðu tríggir svimjarar betri tíð enn so. Teir eru Óli Mortensen, HS, 3.56.52, Alvi Hjelm, Ægir, 3.59.04 og Eyðbjørn Joensen, SuSvim, 4.00.78. Umframt hesar tríggjar hevur Pál Joensen væl og virðiliga megnað karvtíðina á 400 metrum frí. Hann luttekur ikki í úttøkukappingini.
Úttøkukappingin í Svimjihøllini í Gundadali heldur fram í dag klokkan 14.15. Í morgin fer Svimjisambandið at gera av, hvørjir svimjarar skulu umboða Føroyar á EM í Herning um ein stóran mánað.
Mynd: Óli Mortensen vann í gjár kappingina í 400 metra frísvimjing. svimjing.com