Í kvøld skal fyrrverandi føroyski heimsmeistarin í boksing, Sarah Mahfoud, í ringin aftur. Hon skal boksa ímóti einum øðrum fyrrverandi heimsmeistara, nevniliga brasiliansku Danilu Ramos.
Sarah og Danila eru ávikavist nummar 1 og 2 á heimsstyrkilistanum hjá WBO í fjøðurvekt, og dysturin í kvøld verður sostatt eitt topp-brak, har vinnarin sleppur at møta heimsmeistaranum Amanda Serrano frá Puerto Rico.
Tann krútsterka Danila Ramos hevur boksað 16 dystir við 13 sigrum og bara trimum tapum. Hon er fyrrverandi WBO interim-heimsmeistari, og tað er sostatt hørð mótstøða, sum vestmenningurin Sarah Mahfoud fær í kvøld.
– Eg veit væl, at hon er hørð, sterk og teknisk dugnalig. Hetta verður uttan iva ein harður, men eisini feitur dystur. Eg gleði meg, sigur hon.
Sarah, sum longu er nummar 1 á heimsstyrkilistanum hjá WBO, kundi í prinsippinum væl valt eina aðra mótstøðukvinnu, men tað vil hon ikki.
– Eg tími ikki at møta einum boksara, har tað verður væntað, at eg vinni. Mær dámar væl hesar dystirnar, har eg møti teimum sterkastu gentunum, so eg kann prógva, at eg hoyri til á toppinum. Og so vil eg eisini geva áskoðarunum ein góðan dyst, sigur hon.
– Eg trúgvi uppá, at eg vinni.
Sarah Mahfoud hevur boksað 16 dystir sum professionell. Hon hevur funnið 14 og tapt tveir.
Í 2020 vann Sarah Mahfoud heimsmeistaraheitið hjá boksisambandinum IBF, men hon misti heitið í 2022 í dysti ímóti nettupp Amandu Serrano - henni, sum hon ætlar at møta aftur, um hon vinnur dystin í kvøld.
Sarah hevur tó ikki verið í ringinum, síðan hon tapti HM-dystin í Las Vegas í apríl í ár móti australsku Skye Nicolson.
##med2##
Danila Ramos er tó eisini klár til dystin í kvøld.
– Eg vænti, at eg vinni á Sarah Mahfoud, so eg fari heim aftur til Suðuramerika við beltinum. Eg havi tvær ferðir áður tapt á órættvísan hátt, tá eg havi kempað í Europa, og soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Har verður eingin ivi um mín sigur yvirhøvur, sigur hon við miðlarnar.
Sarah Mahfoud var IBF-heimsmeistari frá 2020 til 2022, og nú fer hon eftir einum nýggjum HM-dysti í vektklassanum fjøðurvekt. Hesin vektklassin hevur verið domineraður av Amanda Serrano seinastu árini, og vinnarin av dystinum í kvøld sleppur sostatt at møta henni. Amanda Serrano er kendur boksari, sum eisini boksaði áðrenn Mike Tyson herfyri til sama tiltak.
10 dystir eru á skránni í Frederiksberg Hallerne í kvøld.
Fylg við á in.fo í kvøld – vit verða á staðnum...
##med4##
Í gjár vórðu Sarah og Danila vigaðar:
Sarah Mahfoud vigaði 56,9 kg (125,4 pounds)
Danila Ramos vigaði 56,8 kg (125,2 pounds)
Soleiðis segði Sarah Mahfoud við in.fo, tá hon vann dystin í 2022 og varðveitti heimsmeistaraheitið - vónandi verður gleðin tann sama í kvøld:
##med3##
Um tú vilt síggja fleiri myndir frá dystinum í 2022, tá Sarah Mahfoud vardi heimsmeistaraheitið TRÝST SO HER.