Í kvøld skal slagið standa: Sarah kundi ikki verið meira klár

Eg kundi ikki ynskt mær at verið eitt betri stað mentalt og fysiskt, sigur føroyski boksarin úr Vestmanna, Sarah Mahfoud, sum í kvøld skal verja sítt heimsmeistaraheitið

Sarah Mahfoud (Mynd: Mads Hussing / Danish Fight Night)

– Eg føli meg so klára, sum eg yvirhøvur kann blíva.

 

Soleiðis sigur føroyska Sarah Mahfoud, sum í kvøld skal verja sítt HM-heiti í boksing. Hetta sigur hon við miðilin SN.dk, sum hevur gjørt eina samrøðu við hana fáar tímar undan stóra brakinum. 

 

– Fyrireikingarnar hava verið góðar. Vektin hevur eisini verið góð. Eg kundi ikki ynskt mær at verið eitt betri stað mentalt og fysiskt, og eg eri spent at síggja, um man kemur at síggja tað í dystinum. Tað vóni eg, sigur hon við danska SN.dk.

 

Sarah Mahfoud vann gull í februar 2020 og hevur verið heimsmeistari síðan tá orsakað av avlýsingum. Men nú skal hon endiliga í ringin aftur - hesa ferð ímóti týsku Nina Meinke, sum er europameistari og verður roknað sum hørð mótstøða fyri núverandi heimsmeistaran.

 

Men Sarah Mahfoud hevur, sum ein rættur boksari eigur, høgt sjálvsálit.

 

– Eg vinni. Sjálvandi. Man skal trúgva upp á seg sjálvan. Um man ikki ger tað, so kann man akkurát tað sama finna sær okkurt annað at gera, segði hon í samrøðu við Sosialin í síðsta mánað. 

 

In.fo verður á staðnum í høllini á Frederiksberg í kvøld, og vit fara gjøgnum kvøldið at skriva greinar við bæði samrøðum, myndum og videoupptøkum - fylgið við!

 

LES EISINI: https://in.fo/news-detail/sarah-er-klar-at-verja-hm-heitid-sjalvandi-vinni-eg

 

Sarah Mahfoud (Mynd: Mads Hussing / Danish Fight Night)