Á middegi verður setan og í kvøld verður jóansøkurøða

Tað verður Levi Mørk, sum fer at seta jóansøku í Vági í dag, og í kvøld fer Mary Antonsdóttir at halda jóansøkurøðu

 

Í ár verður tað Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum fer at halda jóansøkurøðu

Røður eru ein hornasteinur í jóansøkuni, sum hetta vikuskiftið verður hildin í Vági.

 

- Tað er altíð nakað serligt at hoyra røður á jóansøku – bæði tær, sum venda sær til framtíðina og tær, sum minna okkum á søguna, felagsskapin og tað, sum bindir okkum saman. 

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, sum býurin er karmur um jóansøkuna 2026.

 

Í gjárkvøldið var pisufundur við minnisvarða, og á pisufundinum bar Guðrið Patursson fram røðu. Eftir røðuna søgdu pisurnar, Ísak Joensen og Ásgerð Stenberg, eisini nøkur orð, og Dagfinn Olsen spældi nøkur løg.

 

##med2##

 

Í middegi í dag verður jóansøkan sett við minnisvarðan. Tað verður borgarstjórin, Bjarni Johansen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan fer formaðurin í mentamálanevndini, Levi Mørk, at seta jóansøkuna 2026.

 

Við setanarløtuna fer Kirkjukórið Ljómur at syngja, og skótar og íðkarar úr ymiskum feløgum fara at ganga skrúðgongu.

 

##med3##

 

Jóansøkurøða verður eisini í kvøld, og hon verður á pallinum í miðbýnum.

 

Í ár er tað Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum ber fram jóansøkurøðuna.

 

- Røðan verður hildin í sambandi við felagssangin, sum á hvørjum ári savnar nógv fólk og skapar ein serligan stemning í miðbýnum, siga tey í Vágs kommunu.

 

 

Í ár verður tað Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum fer at halda jóansøkurøðu

Á pisufundinum í gjárkvøldið bar Guðrið Patursson fram røðu

Levi Mørk fer at seta jóansøku á middegi í dag