Í minsta lagi átta fólk lótu lív, og 17 vórðu særd, tá russar í dag skutu rakettir eftir íbúðarbygningum í ukrainska býnum, Slovjansk, har eysturi í landinum.
Millum tey særdu var ein tvey ára gamal smádrongur, sum varð bargaður úr leivdunum, men tíverri doyði drongurin í sjúkrabilinum á veg á sjúkrahús.
Tað upplýsir eitt tænastufólk hjá forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, og tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.
Guvernørurin í Donetsk, Pavlo Kyrylenko, sigur seg stúra fyri, at fleiri fólk liggja undir leivdunum av íbúðarbygningunum. Løgreglan í Ukraina skrivar á Telegram, at tilsamans tíggju íbúðarblokkar vóðru raktir av russiskum S-300 rakettum í álopinum í dag.
Reuters veit annars í dag at siga, at Danmark hevur gjørt av at lata Ukraina eina miljard evrur til uppafturbygging av landinum, og tað er ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, sum er kelda til hesi tíðindi.
##med2##
Dagføring:
Talið av deyðum eftir russiska álopið á býin, Slovjansk fríggjadagin, er nú komið upp á 11. Fleiri fólk hava ligið undir húsaleivdunum.
Tíðindastovan AFP veit frá ukrainskum myndugleikum at siga, at sjey rakettir raktu býin, eitt nú íbúðarblokkar, skúla og ein umsitingarbygning.