Í morgin verður kravgonga á Vaglinum

Stigtakararnir fara at mótmæla viðgerðini av hernaðarradara í Føroyum

Mikudagin kl. 17:00 verður mótmælisgonga á Vaglinum í Havn.

 

Stigtakararnir kalla gonguna »Kravgonga fyri fólkaræði og føroyskar loysnir«. Tey vísa á, at landsstýrið – og ein einstakur landsstýrismaður – ætlar at taka avgerðina um hernaðarradara í Føroyum uttan viðgerð og atkvøðugreiðslu í løgtinginum.

 

– Vit halda, at radaramálið er so týdningarmikið, at vit krevja, at øll uppskot um ein lofteftirlitsradara í Føroyum skulu fáa tingviðgerð, og skal atkvøðugreiðslan vera í Løgtinginum. Ein so týdningarmikil avgerð kann ikki takast bara av einum landsstýrismanni, siga stigtakararnir.

 

– Hetta er ein spurningur um at varðveita tað føroyska fólkaræðið, og tá ið talan er um at lata uttanríkis- og trygdarpolitiskt vald frá sær, má tað sum minsta krav leggjast fyri okkara umboðandi Løgting at taka støðu til.

 

– Harnæst eru vit av tí greiðu fatan, at um ein lofteftirlitsradari skal setast upp í Føroyum, skal hann vera undir føroyskum ræði og mannast av føroyingum. Soleiðis fáa føroyingar ávirkan á menningina á økinum og valdið at troyta teir møguleikar, ið ein lofteftirlitsradari gevur, at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum og fáa í lag samstarv við okkara grannalond, siga tey.

 

Stigtakarar til kravgonguna eru Øssur Patursson, Bjarni Kárason Petersen, Unga Tjóðveldið, HUXA, Framsøkin Ung og Sosialistisk Ung.