Mangt bendir á, at vit fyri seinastu ferð flyta klokkuna aftur til normaltíð, ella vetrartíð, í nátt. Tí sambært uppskoti hjá landsstýrinum verður klokkan ikki flutt aftur, tá hon seinasta sunnudag í mars næsta ár verður flutt til summartíð.
Summartíð var fyrstu ferð brúkt í 1916 undir fyrra heimsbardagar. Tað vóru Eysturríki og Týsklandi, sum gingu á odda við hesum fyri at spara orku og olju við at geva fólkinum ein eyka tíma við dagsljósi um dagin.
Danmark hevði eisini summartíð fyri fyrstu ferð hetta árið. Árið eftir, í 1917 – vóru londini í Skandinavia samd um at endurtaka royndina.
Undir seinna heimsbardaga var summartíð aftur brúkt.
##med2##
Men tá kríggið varð lagt aftur um bak fór eisini summartíðin.
Í kjalarvørrinum av oljukreppuni í sjeytiárunum fóru vit aftur at brúka summartíð. Aftur fyri at spara orku. Síðani 1980 hava vit flutt ímilum vetrartíð og summartíð.
Føroyska lógin um summartíð kom á várið í 1980.
Løgmaður hevur sagt soleiðis í sínum grundgevingum til ikki longur at flyta klokkuna:
– Trupulleikin var tá, at Føroyar vóru tveir tímar aftan fyri evropeiska meginlandið, og at skrivstovutíðirnar í Føroyum og hjá grannalondunum bara fullu saman í tríggjar til hálvan fjórða tíma. Við at seta í verk summartíð í Føroyum varð sostatt ein heilur tími lagdur afturat, har vit kundu hava telefonsamband við útheimin.
Fyri okkum var orsøkin ikki orkusparing, men fyrst og fremst tíðarmunurin millum Føroyar og grannalondini, sum gjørdist ein avbjóðing, tí tað ávirkaði fjarsambandið.
– Fyri Føroyar, sum liggja nógv nærri Norðurpólinum enn ekvator, hevur skiftið millum vetrar- og summartíð í sær sjálvum minni ágóða enn fyri lond, sum liggja miðskeiðis millum pólin og ekvator. Munurin á nátt og degi í Føroyum er so stórur á hávetri og hásumri, at ein tími henda og handa vegin ger lítlan mun.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vísir á, at heimurin í dag er ikki hin sami sum í 1980. Samskiftishættirnir eru nógv broyttir, og tí eiga vit at spyrja, um vit ikki skulu avtaka skipanina. Hetta er ikki eitt orkusparandi tiltak, og tí er spurningurin, um vit fáa nakað burtur úr, at alt samfelagið flytur klokku tvær ferðir um árið.
– Skulu vit gevast við at skifta millum summar- og vetrartíð, mugu vit velja, um vit skulu aftur til gomlu normaltíðina (vetrartíðina), ella um vit skulu gera summartíðina til eina nýggja og varandi normaltíð. Eg skjóti upp, at vit velja tað seinna, og grundgevi fyri hesum niðanfyri, sigur løgmaður.
– Tá ið vit skifta frá vetrartíð til summartíð, taka vit fyrsta tíman av dagsljósi um morgunin, og leggja hann afturat kvøldinum í staðin. Gjørdu vit ikki hetta, hevði sólin komið upp longu klokkan hálvgum trý. Av tí at vit flyta klokkuna, kemur hon upp klokkan hálvgum fýra. Vit missa sostatt ein tíma av dagsljósi tíðliga á morgni, men fáa hetta ljósið aftur um kvøldið.
Tá ið vit hinvegin skifta frá summartíð til vetrartíð, taka vit tíman aftur frá kvøldinum (ella seinnapartinum), og leggja hann afturat morgninum. Føroysku vetrardagarnir eru so stuttir, at tað fyri nógv kann gera tað sama, nær dagsljósið liggur. Fyri onnur er tað uttan iva ein fyrimunur, at tímin við dagsljósi liggur seinnapart á hávetri heldur enn um morgunin. Hetta verður sostatt ein spurningur um, nær vit halda dagsljósið hevur størst virði: um morgunin ella um kvøldið, sigur løgmaður og heldur fram:
– Mítt uppskot verður, at vit fara til eina varandi summartíð, sum er GMT +1, sum eisini verður galdandi um veturin. Hetta hevur við sær, at tað, sum vit í dag kenna sum vetrartíð, fer í søguna. Vit fara sostatt at hava somu tíð sum evropeiska meginlandið um veturin, men vera ein tíma aftan fyri tey um summarið. Í hvussu er til tey eisini gera broytingar í summar- og vetrartíð.
Løgmaður ætlar, at 26. mars 2023 verður síðsta ferðin vit skifta til summartíð.