Øði í Renault liðnum

Felipe Massa klagaði aftan á tíðarkoyringina leygardagin á Monza, tí hann metti, at Fernando Alonso hevði forða honum á síðsta skjóta umfarinum. Hetta var dómsnevndin á Monza samd í, og Alonso fekk tí síni 3 skjótastu umfør strikaði.

Hetta merkir at Alonso flutti aftur á 10. pláss, í mun tað 5. plássið, ið hann skuldi byrja á. Alonso var sera ónøgdur og segði, at formil 1 ikki longur var ítróttur men politikkur. Eisini liðstjórin Flavio Briatore var í øðini, hann samanbar hendingina við fótbóltsgøluna í Italia, og segði, at hetta var korruptión, tí avgerð nú var tikin um, at Michael Schumacher skuldi gerast heimsmeistari.