Í sjey londum er yvir 150.000 deyð við koronu

Av teimum londum, har flest eru deyð við koronu, er Peru harðast rakt í mun til fólkatalið.

 

Í USA eru 837.257 fólk deyð, eftir at tey hava verið smittað við koronuvirus. (Arkivfoto) - Foto: Shannon Stapleton/Reuters

Í mars í 2020 lýsti Heimsheilsufelagsskapurin WHO útbrotið við koronu at vera eina farsótt, og síðani eru næstan 5,5 milliónir fólk kring heimin deyð við fylgjusjúkuni covid-19.

Í gjár kom Bretland upp á 150.000 deyð sum tað sjeynda landið í heiminum.

Her eru tey sjey londini, sum hav staðfest fest deyð við koronu:

1. USA 837.257 (2513 fyri eina millión íbúgvar).

2. Brasilia 619.654 (2896).

3. India 483.463 (347).

4. Russland 309.041 (2113).

5. Mexico 300.101 (2304).

6. Peru 202.981 (6085).

7. Bretland 150.536 (2197).

Í Føroyum er talið av deyðum við koronu 15. Tað svarar til 283 deyð fyri eina millión íbúgvar.

Í Danmark er eru 3371 deyð við koronu, sum svarar til 575 deyð fyri eina millión íbúgvar.

Øll tøl skulu takast við fyrivarni. Í nøkrum londum er talið av váttaðum deyðum nógv lægri enn tað veruliga talið av deyðum. Tað er tí at avmarkaðir kanningarmøguleikar eru og avbjóðingar við at staðfesta deyðsorsøk, skrivar hagtalssíðan ourworldindata.com.

Keldur: Johns Hopkins University, Our World in Data

/ritzau/

 

 

 

Í USA eru 837.257 fólk deyð, eftir at tey hava verið smittað við koronuvirus. (Arkivfoto) - Foto: Shannon Stapleton/Reuters