Tað verður ein av royndastu føroysku venjarunum, sum næsta kappingarár fer at halda um stýrisvølin í Fuglafirði.
Í kvøld heldur ÍF ársveitslu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tá fer nevndin at kunngera, at Jógvan Martin Olsen verður venjari hjá ÍF í 2016.
Tá ið ÍF í dag setti punktum fyri 2015 kappingina, var Jógvan Martin Olsen millum áskoðarnar. Hann vildi ikki vátta fyri in.fo umboðnum í Fuglafirði, at hann verður ÍF venjari næsta ár, og ÍF formaðurin, Leif Andre Eliasen, vil heldur ikki vátta tíðindini. Men frá heilt væl vitandi keldu verður váttað, at Jógvan Martin verður ÍF venjari næsta kappingarár, og at tað í kvøld verður kunngjørt.
Jógvan Martin hevur mest sum út í eitt verið venjari í næstan eina fjórðings øld. Umframt at hava verið landsliðsvenjari, so hevur hann havt ábyrgdina av fleiri liðum í bestu deildini. Í 2002 vann hann saman við NSÍ steypakappingina, og tey fimm árini í Víkingi megnaði hann fleiri ferðir at vinna steypakappingina.
Í fjør var Jógvan Martin Olsen venjari í barndómsfelagnum B68. Í ár hevur hann hildið frí frá venjarastarvinum, men nú tørnar hann til aftur. Hesaferð verður tað í Fuglafirði, og harvið hevur hann havt ábyrgdina av fýra av stóru liðunum í Eysturoy - Víkingi, NSÍ, B68 og nú ÍF.
Mynd: Jonhard Hammer